Hetta er m.a. hent, eftir at útvarpssamrøðan, har Jack greiðir frá tilburðinum, tá hann varð álopin í Keypmannahavn, er vorðin kend á alnetinum, m.a. á www.nym.fo.
Sjálvt um Jack er kendur millum føroyingar, so er hann tó ikki kendur sum yrkjari aðrastaðni enn á Tvøroyri. Sum skilst, so er eitt yrkingasavn ávegis, og nú er greitt, at Jack Petersen fer at lesa nakrar av hesum yrkingum á Jóansøkufestivalinum. Hetta skrivar heimasíðan hjá Jóansøkufestivalinum.