Jackson aftur í gongd

Ein søga í bretska blaðnum, the Mirror, sigur, at ?New kids on the Block? fara at fáa hjálp frá Michael Jackson. Hesin dreingjabólkurin, ið var frammi seinast í 80?unum og sum júst er sameindur aftur, hevur fyrr brúkt eina rúgvu løgum hjá gamla bólkinum, sum Michael Jackson var í, Jackson-five. Keldan í The Mirror sigur, at ?New Kids? hava verið í Nevada, til tess at fáa samstarv í lag við Jackson.

Men aðrar keldur siga, at man fyri stuttum hevur sæð Jackson sitandi í einum rullistóli og at hann als ikki er nóg væl fyri at gera tónleik í løtuni. So kann ein spyrja seg sjálvan hvat av hesum er vert at trúgva uppá, ella vit kunnu bara bíða til fløgan hjá ?New Kids? kemur út í septembur.