Jakobina Tórstún hevur útgávukonsert í Glitnir hóskvøldið 26. juli Í ólavsøkuvikuni kemur fløgan ?Rensl? við Jakobinu Tórstún á marknaðin.
Lítið hevur verið at hoyrt til Jakobinu, síðan hon fyri 25 árum síðani var við á plátuni ?Gluggamynd? saman við beiggjanum, Paula.
Hesaferð er tað Jakobina einsamøll, sum stendur fyri útgávuni. Tó hevur hon fingið góða hjálp frá einari røð av okkara bestu og royndastu tónleikarum.
Á fløguni hoyrast - umframt Jakobinu - Pauli Hansen, Jógvan Dahl, Thomas M. Smith, Kári P., Fróði Vestergaard, Terji Rasmussen, Jónleif Jensen, Arnbjørn Sivertsen, Jóan P. Andreassen, Hildebjartur Hansen, Ólavur Olsen, Magnus P. Poulsen, Tóri Restorff Jacobsen, Mikael Thomsen, Kolbein Simonsen og Sámal Ravnsfjall.
Jakobina eigur sjálv fýra av teimum tíggju løgunum á fløguni, meðan bróðurin, Pauli Hansen, Per Debess, Birgitte Hylin og Lilja Trúgvadóttir eiga hini.
Ein tekst hevur Jakobina eisini skrivað, meðan hinir orðasmiðirnir eru Jóanes Nielsen, Rói Patursson, Kári P, T. N. Djurhuus, Aleksandur Kristiansen og Hans J. Glerfoss.
Konsertin byrjar kl. 21.