Jákup á Borg í Fótbóltspanelinum

Stórur vinningur í Fótbóltspanelinum á Rás2 í dag

Fótbóltspanelið er sum vanligt á skránni hjá Rás2 í dag klokkan 16. Gestur hesa ferð er Jákup á Borg, spælandi hjálparvenjari hjá B36.

 

Til ber at hoyra Rás2 á netinum við at trýsta HER

 

Júst B36 hátíðarhelt 80 ára føðingardagin hjá felagnum fara vikuskiftið. Felagið stendur í fagrasta blóma í løtuni, men soleiðis hevur ikki altíð verið. Vit hoyra millum annað í sendingini eitt brot úr eini samrøðu við fyrrverandi formannin, Kristian á Neystabø, um stríðið at koma á tindarnar í føroyskum fótbólti.

 

Í Fótbóltspanelinum verður eisini møguleiki, at vinna eina Meguiar’s lakkforsegling til bilin frá Bilrøkt, sum hevur eitt virðið á 2.200 krónur.

 

Fyri at vera við í lutakastinum um vinningin, so skal tú senda SMS til 559999, og svara rætt upp á spurningin, hvussu nógv ár fyllur B36 í ár. Send rætta svarið inn á 559999.

 

Fótbóltspanelið er hvønn fríggjadagin á Rás2, frá klokkan 16 til 17.