Eitt av heilt stóru vónbrotunum hjá teimum í Víkingi er, at tað kiksaði á heimavølli í øðrum umfari, tá ið EB/Streymur fór úr Sarpugerði við 2-1 sigri. Rói H. Olsen og Jákup Hummeland skoraði fyri EB/Streym, og Andreas Lava Olsen javnaði til 1-1 fyri Víking.
Hóast tað kiksaði á heimavølli ímóti EB/Streymi, so hevur tað gingið væl hjá Víkingi, sum hevur tryggjað sær silvurkrónur í landskappingini, og sum um eina viku fer at spæla steypafinalu ímóti KÍ.
Tá ið EB/Streymur hevði vitjan av Víkingi, endaði tað 2-1 til gestirnar. Tá var Jákup Johansen, sum seinastu vikurnar hevur verið eitt sindur skaðadarvaður, tvífaldur málskjútti, meðan Filip Djordjevic skoraði málið hjá EB/Streymi.
Í dag verður Andreas Lava Olsen ikki millum málskjúttarnar, tí hann er leikbannaður. Hinir spælararnir hjá Víkingi eru allir tøkir. Eisini Atli Gregersen, liðformaðurin, sum í dag verður fyri 402. ferð á liðnum hjá Víkingi í landskappingini, umframt at hann hevur spælt 61 dystir í steypakappingini og 34 dystir í altjóða kappingum ella sagt við øðrum orðum, so verður Atli Gregersen í dag á besta liðnum hjá Víkingi fyri 497. ferð. Tað er greitt, at dysturin í dag verður tann síðsti hjá Atla í ár. Tá ið Víkingur um eina viku fer suður á Tórsvøll at spæla steypafinalu, verður 40 ára gamli Atli Gregersen leikbannaður.
Tá ið EB/Streymur sunnudagin legði rygg til 6-0 tap á heimavølli ímóti KÍ, saknaðu teir í Sundalagnum fleiri av lyklaspælarunum. Eitt nú sentralu miðvallararnar Boga Reinert-Petersen og Rógva Egilstoft. Tann fyrri var leikbannaður, og tann seinni var sjúkur. Teir eru báðir tøkir í dag, og tað eru Árni G. Olsen, sum var leikbannaður og Tóki H. Johannesen, sum var sjúkur, eisini. Jacob Andersen og Ragnar B. Danielsen eru framvegis skaddir.