Edvard Remberg, stjóri á Posta og Jákup Pauli Johansen, sum hevur 50 ára starvsdag. Jákup Pauli hevur fingið heiðurstekin frá kongi sum viðurkenning fyri trúgva tænastu.   

Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á Posta

Vit hava í dag hátíðarhildið, at Jákup Pauli Johansen hevur verið í starvi sum postboð á Posta í heili 50 ár.

Edvard Remberg, stjóri á Posta og Jákup Pauli Johansen, sum hevur 50 ára starvsdag. Jákup Pauli hevur fingið heiðurstekin frá kongi sum viðurkenning fyri trúgva tænastu.   

Posta:

 

Í sambandi við stóra dagin hevur Jákup Pauli fingið heiðurstekin frá kongi, Den Kongelige Belønningsmedalje, sum viðurkenning fyri trúgva tænastu.

 

Jákup Pauli byrjaði sum postboð í 1976, tá nógvur postur varð borin út til gongu, og hann var tá bert 17 ára gamal. Í dag kennir hann hvønn ein postkassa í Stremoynni og ger eitt framúr arbeiði óansæð veður og vind. Hvønn dag í árinum.

 

Posta takkar Jákupi Paula fyri øll árini, fyri ídni og tað arbeiði sum hann hevur gjørt, og framvegis ger fyri viðskiftafólk, og ynskir honum hjartaliga til lukku við heiðrinum.

 

Edvard Remberg, stjóri á Posta og Jákup Pauli Johansen, sum hevur 50 ára starvsdag. Jákup Pauli hevur fingið heiðurstekin frá kongi sum viðurkenning fyri trúgva tænastu.