Jákup skoraði sigursmálið

Víkingur misnýtti nógvar møguleikar, tá ið tað fyri fyrstu ferð í fýra dystum eydnaðist at vinna fulla úrtøku

Seinastu ferðirnar hevur tað ikki riggað so væl hjá Víkingi. 3-3 ímóti B68, 1-1 ímóti HB og 2-0 tap í Klaksvík var í var í viðførinum, tá ið EB/Streymur í dag var gestur í Sarpugerði.

 

Víkingur vann 1-0 í dag, men tað var ikki heilt álvuligt hjá heimamonnunum, tí munurin var ikki størri enn 1-0, inntil dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.

 

Einasta málið skoraði Jákup Johansen, áðrenn eitt korter var farið. Hann var nógv skaðadarvaður fyrst á árinum, men nú hevur hann vunnið pláss millum teir fyrstu ellivu. Hetta var annað málið hjá Jákupi Johansen í ár. Uppleggið átti Bergur Gregersen, sum aftur var vongverji í vinstru, eftir at hann tvær tær seinastu ferðirnar hevur avloyst í miðverjuni. Eftir at hann hevur verið leikbannaður tvær tær seinastu ferðirnar, var Atli Grgersen í dag aftur í miðverjuni.

 

Hjá EB/Streymi var Niels Pauli Danielsen, sum hevur verið nógv skaðadarvaður, í dag fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu.

 

Tølini siga, at heimaliðið var greitt omaná, hóast málmunurin ikki var størri enn 1-0. Víkingur vann 11 hornaspørk, og EB/Streymur vann fimm hornaspørk. Víkingur vann seg til 11 stórar málmøguleikar, og EB/Streymur vann seg til tríggjar stórar málmøguleikar.