Í blaðgrein herfyri svarar Dávid Isfeldt aftur upp á grein, har eg vísti á, at fólkaatkvøðan í 1946 gav hvørki fleirtal fyri loysing ella stjórnaruppskotinum. Hetta er ikki tulkingar frá mínari síðu, men tøl, sum eru tøk í skjalatilfari, eitt nú Løgtingstíðindum frá hesi tíðini.
Søgumanipulatión
Dávid sigur seg ikki vilja verða lagdan undir søgumanipulatión, men kortini byggir grein hansara júst á søgumanipulatión og uttan nakra dokumentatión. Hann roknar úrslitið av fólkaatkvøðuni út, uttan at taka ógildugar atkvøður við og fær soleiðis konstruerað eitt ”fleirtal” fyri loysing.
Tað kann tí vera áhugavert at kanna eftir, hví tað júst á fólkaatkvøðuni í ´46 vóru so nógvar ógildugar atkvøður – heili 4 % og um tað er nakað grundarlag fyri hjá Dávidi at síggja burtur frá hesum atkvøðum. Sambært bindi 1 í bókaverkinum Løgtingið 150 ár (síða 272) bað løgtingsformaðurin og formaður Fólkafloksins, Thorstein Petersen, teir veljarar, sum ikki hildu seg til at velja loysing, um at atkvøða ”nei” út fyri spurningin um stjórnaruppskotið. Hesar atkvøður skuldu teljast við, hevði Th. Petersen lovað. Men hesar atkvøður vóru sambært løgtingssamtyktini ógildugar.
Men tá tað nú er ”hóskandi” hjá Dávidi at síggja burtur frá hesum atkvøðum, hóast Th. Petersen lovaði at hesar atkvøður skuldu telja við - enntá sum gildugar – so er tað, at hann fær júst tað úrslit, honum hóvar. Er hetta ikki manipulatión, Dávid? Haldi hvørki at danska fólkaatkvøðan um Maastricht ella forsetavalini í USA kunnu leggjast til grund fyri ”tulkingar” av fólkaatkvøðuni í ´46, men bert tær umstøður, sum í ´46 vóru grundarlagið undir fólkaatkvøðuni.
Dávid! Fari ikki at ”tulka” úrslitið av fólkaatkvøðuni, men bert at vísa á, at tað av niðanfyristandandi keldutilfari greitt framgongur, at:
av teimum, sum atkvøddu, atkvøddu 47,2% fyri stjórnaruppskotinum, 48,7% fyri loysing og 4,1% av atkvøðunum vóru ógildugar [1]. Valluttøkan var 66,4% [2],
hetta gevur, at av teimum, sum høvdu atkvøðurætt í Føroyum tá, atkvøddu 31% fyri stjórnaruppskotinum, 32% fyri loysing, 33% atkvøddu ikki og 4% vóru ógildugar,
Th. Petersen hevði lovað, at ”nei”-atkvøðurnar skuldu telja við, enntá sum gildugar [10],
bæði Th. Petersen og Andrass Samuelsen, formaður Sambandsfloksins, søgdu undan fólkaatkvøðuni, at fólkaatkvøðan skuldi vera vegleiðandi [3] og [4],
Th. Petersen kravdi kvalifiserað fleirtal (helvt av øllum atkvøðum í Føroyum) [5],
at løgtingssamtyktin 18. sept. ´46 um loysing var ógildug, tí tingið hevði ikki lóggevandi myndugleika [7],
skuldu Føroyar hava loysing, skuldi hetta samtykkjast av Ríkisdegnum [9],
allir flokkar, eisini Fólkaflokkurin, góðtóku, at danska stjórnin sendi tingið heim og útskrivaði nýval [8]. Bert ein ekskluderaður javnaðarmaður góðtók ikki hetta,
við valið 8. nov. 1946 misti Fólkaflokkurin 3 tingmenn og harvið fleirtalið í løgtinginum [6],
hetta løgtingsvalið prógvaði í øllum førum, at meirilutin av føroysku veljarunum ikki tók undir við sjálvstýrispolitikki Fólkafloksins [8].
fólkaatkvøðan var so ógreið, at enski søgufrøðingurin John F. West kallar hana ”a masterpiece of inconclusiveness” [11],
og at enda var tað illa hugsandi, tá ið kalda kríggið var við at taka seg upp, at stórveldini fóru at góðtaka, at Føroyar vóru uttanveltaðar. USA hevði beinleiðis ta fatan, at hernaðarligu áhugamál tess vóru best røkt, um Danmark hevði yvirvaldsrættin yvir Føroyum [12].
Haldi, at hetta keldutilfar talar sítt egna tigandi, men týðuliga mál og at tulkingar ikki eru neyðugar.
Keldur:
[1] Løgtingstíðindi 1946: vanlig tingseta 1946: 13. Fólkaatkvøðan síða 49. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > B.Eykatingsetan apríl-mai 1946 og vanliga tingsetan 1946 > 49)
[2] Anja Andreasen, søgufrøðingur: Sambandsflokkurin í 100 ár síða 229
[3] Løgtingstíðindi 1946: eykatingseta apríl-mai 1946: skjal 8 Nevndarálit Stjórnarskipan Føroya síða 2. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 164))
[4] Løgtingstíðindi 1946: eykatingseta apríl-mai 1946: skjal 8 Nevndarálit Stjórnarskipan Føroya síða 3-4. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 165 og 166)
[5] Løgtingstíðindi 1946: vanlig tingseta 1946: 13. Fólkaatkvøðan síða 49. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > B.Eykatingsetan apríl-mai 1946 og vanliga tingsetan 1946 > 49)
[6] Anja Andreasen, søgufrøðingur: Sambandsflokkurin í 100 ár síða 232
[7] Løgtingstíðindi 1946: eykatingseta apríl-mai 1946: skjal 8 Nevndarálit Stjórnarskipan Føroya síða 4. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 166))
[8] Hans Andr. Sølvará, søgufrøðingur: Løgtingið 150 ár, bind 1, síða 281
[9] Hans Andr. Sølvará, søgufrøðingur: Løgtingið 150 ár, bind 1, síða 278
[10] Hans Andr. Sølvará, søgufrøðingur: Løgtingið 150 ár, bind 1, síða 272
[11] Hans Andr. Sølvará, søgufrøðingur: Løgtingið 150 ár, bind 1, síða 279
[12] Hans Andr. Sølvará, søgufrøðingur: Løgtingið 150 ár, bind 1, síða 288