Fyrrverandi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, ivast stórliga, um tað er eitt gott hugskot at krevja gjald fyri parkering í býnum Sosialurin skrivaði í gjár um ætlanirnar hjá Tórshavnar kommunu, at fólk skulu rinda fyri at seta bilin á ávísum stórum parkeringsplássum í Havn.
Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri og núverandi andstøðulimur í Tórshavnar býráð, heldur, at ætlanini at krevja gjald fyri parkering, kann geva eitt stórt bakkast.
- Miðbýurin er longu næstan deyður, og tað plagar at vera lætt at finna parkeringspláss, so eg ivist stórliga, um tað fer at tæna miðbýnum, at fólk verða noydd at rinda fyri at parkera har, metir hann.
- Tað er stórur vandi fyri, at ongin fer at tíma oman í býin, sigur hann somuleiðis.
Men Jan Christiansen heldur hinvegin, at kanska er tað ein háttur at fáa meiri pening inn til kommunukassan, sum ikki hevur tað so øgiliga gott í løtuni.
Meira um hetta mál í Sosialinum í dag og á Rás2 á middegi.