Jann Ingi víkingur í tvey ár

Jann Ingi hevur skrivað ein tvey ára sáttmála við Víking

– Eg æti mær at spæla í fremstu røð næsta kappingarár.
Tað segði Jann Ingi Petersen, tá ið tað á seinasta leik­degi í heyst var greitt, at barn­dóms­felag hansara, B68, næsta kappingarár skal spæla í næst­bestu deildini. Nú er ætlanin hjá mið­vallaranum vorðin veru­leiki.
Víkingur boðar frá á heima­síðu síni, at felagið og Jann Ingi Petersen hava skriv­að und­ir sáttmála, sum bindur partar­nar at hvørjum øðrum í tvey ár.
Felagið sigur seg hava leitað eftir einum profili at taka upp­gávuna á seg á miðvøllinum, nú tað er greitt, at tríggir teirra, sum hava verið við til at manna miðvallarplássini, ikki long­ur verða í felagnum. Her verð­ur hugsað um Evrard Blé, Sølva Vatnhamar og Fritleif í Lambanum. Í Jann Inga heldur Víkingur seg hava funnið rætta general­in á miðvøllinum.
Jann Ingi Petersen hevur spælt 177 dystir í bestu deild­ini, 38 steypadystir og 8 euro­peiskar dystir. Tilsaman hev­ur hann skorað 40 mál í vaksna­mannadeildunum. 22 ferðir hev­ur Jann Ingi umboðað Før­oyar í A-landsdystum.
– Vit í Víkingi eru sera fegin um, at Jann Ingi hevur valt at spæla við okkara felaga, tey kom­andi tvey kappingarárini. Við at knýta ein tílíkan profil til okk­ara hóp, ynskja vit at senda eitt greitt signal um, at vit fram­haldandi ynskja at verða vit til at mynda toppin av før­oyskum fótbólti, verður sagt á heimasíðuni vikingur.fo