Japanar bíløgdu føroyskar bundnatroyggjur

Føroyska klædnafyritøkan Guðrun & Guðrun fekk bíleggingar úr einum so fjarskotnum heimshorni sum Japan og seldi harumframt til klædnahandlar í Noregi og Danmark undir væleydnaðu luttøkuni á mótamessuni Copenhagen Vision, sum var í Øksnehøllini í danska høvuðsstaðnum um vikuskiftið.

Tað er fríggjadagur, og Keypmannahavn er í mótamode. Tær báðar stóru árligu vetramótamessurnar Copenhagen International Fashion Fair í Bella centrinum og Copenhagen Vision í Øksnehøllini, ið hvørt ár verða hildnar samstundis, hava drigið túsundtals seljarar, keyparar og áhugað til byin.
Herímillum eru umboð fyri so at siga allar føroyskar klædnahandlar, sum velja klæðir út til Føroya fólk at keypa komandi heyst, og ein spákitúrur millum teir nógvu hundrað básarnar í Bella centrinum fer framvið fleiri kendum andlitum úr føroysku klædnahandilsvinnuni, sum helst skriva undir bíleggingar av heldur fleiri pløggum enn í fjør, nú føroyski hákonjunktururin ger tað alt stuttligari at reka handil við marglætisvørum.
Og síggja míni eygu ikki heilt skeivt, er tað ikki langt frá at buksur og troyggur við málingablettum og tættsitandi skjúrtur fara at sita á føroyskum mannfólki seinni í ár. Konufólkini eru, sum so ofta, eitt sindur minni tilroknilig og nakað meira fjølbroytt.
Komin fyri at selja
Men tær báðar Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir, sum eg eina løtu og ein busstúr seinni møti í Øksnehøllini mitt í danska høvuðsstaðnum, eru ikki komnar á messu við kekkheftinum í lummanum og hyggja ikki at klæðum til mótatilvitaða keypsskaran í Føroyum. Við sær hava tær ístaðin tíggju klædnapløgg, ein príslista og eina ordrabók. Saman reka tær klædnafyritøkuna Guðrun & Guðrun, sum seinastu tvey árini hevur framleitt og selt klæðir úr føroyskum skinni. Nú standa tær í bási nummar 216 sum fyrsta føroyska klædnafyritøka nakrantíð á Copenhagen Vision mótamessuni saman við mótahúsum sum Lee, Bruuns Bazaar og Diesel og hálvttriðjahundrað øðrum.
Serstøk klæðir
Meðan mótamessan í Bella centrinum er tann størra messan, ið vendir sær til øll sløg av klædnahandlum, er Copenhagen Vision í Øksnehøllini messan við teimum meira sermerktu klæðunum til smælri og serstakari málbólkar. Sagt á ein øðrvísi hátt síggja fólkini í Øksnehøllini meira løgin og víðgongd út enn fólkini í Bella centrinum, har føroysku klædnahandlarnir fyri tað mesta keypa síni klæðir inn.
- Vit venda okkum til serhandlar. Okkara pløgg kunnu ongantíð gerast populermóti hjá stórum handilsketum, og tað er heldur ikki okkara ambitión at hópframleiða klæðir soleiðis. Vit eru áhugaðar í teimum klædnahandlunum, sum vilja hava okkurt øðrvísi at bjóða viðskiftafólkunum, sigur Guðrun Rógvadóttir, ið hevur tikið útbúgving innan statsvísund og er marknaðar- og søluparturin av Guðrun & Guðrun. Hin parturin av fyritøkuni er Guðrun Ludvig, sum er útbúgvin klædnadesignari og ger øll sniðjini til klæðini hjá føroysku klædnafyritøkuni.
Vaktu ans
Øðrvísi er ein góð lysing av pløggunum hjá Guðrun & Guðrun, ið eru framleidd úr ávikavist føroyskum seyðaskinni og íslendskum tógvi og í summum førum báðum. Av tí sama vakti føroyska klædnafyritøkan rættiliga stóran ans á messuni bæði millum fjølmiðlar og keyparar.
Hjá summum av teimum nógvu keyparunum á messuni var áhugin so mikið stórur, at teir trivu eftir penninum og skrivaðu undir bíleggingar, og tá mótamessan pakkaði saman fyri hesuferð sunnukvøldið, hevði føroyska klædnafyritøkan fingið heilar seks bíleggingar, harav ein úr so fjarskotnum stað sum Japan. Tann størsta bíleggingin var frá einum samtaki av tólv klædnahandlum í Noregi, og fyra klædnahandlar í Keypmannahavn vóru áhugaðir í at hava føroysku pløggini í handilsvindeygunum komandi heyst.
Hetta var meira enn tær høvdu vónað, og tí eru tað tvær vælnøgdar Guðrunir, sum nú fara undir at skipa fyri framleiðsluni av teimum nógvu pløggunum, ið handlarnir hava bílagt til heystsøluna.
Talan er ikki um nakrar risastórar bíleggingar, men í mun til støddina á føroysku fyritøkuni eru bíleggingarnar nóg stórar til at hon má víðka um virksemið. Sum er verða bundnu pløggini framleidd av trimum føroyskum bindikonum, men tær mugu gerast fleiri í tali, um tað skal eydnast at nøkta tørvin.
Tó ætla tær báðar Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir sum er ikki at gevast við sínum føstu størvum fyri at satsa alt uppá klædnavinnuna.
- Vit ansa allatíðina eftir ikki at gera hetta størri enn tað er og vassa longur út, enn vit røkka. Vit vilja heldur byggja hetta spakuliga upp og so vera vísar í, at vit ikki brenna okkum, siga tær báðar kvinnurnar handan klædnafyritøkuna.
Av somu orsøk hava tær enn ikki avgjørt, um tær fara at luttaka á mótamessuni aftur. Tað veldst millum annað um hvussu áhugin millum teir seks nyggju keypararnir verður komandi ár.
Eksklusivir handilsprísr
Pløggini, sum føroyska klædnafyritøkan bjóðar fram á messuni, kosta úr 400 krónur fyri eitt sjall upp í 2.800 krónur fyri tann dyrasta jakkan. Hetta er prísurin, sum handlarnir keypa pløggini fyri. Tá somu pløgg hanga í handilsvindeygunum hava handlarnir lagt hálvtannaðhundrað prosent omaná prísin.
- Hetta er prísurin, tá klæðini skulu framleiðast við hond, og tann prísin eru viðskiftafólkini hjá hesum serhandlum til reiðar at gjalda fyri at fáa okkurt øðrvísi og spennandi, sigur Guðrun Rógvadóttir, og greiðir frá, at prísirnir á føroysku pløggunum eru á leið teir somu sum teir, ið eru at finna í hinum básunum á messuni. Keypararnir munnu ikki meta prísin fara at vera nakra forðing, tí mest er keypt av dyrastu vøruni á príslistanum ? ein svartur frakki úr seyðaskinni við bundnum ermum. Hesin frakkin varð eisini vístur fram á pallframsýning einaferð um dagin ta tíðina, messan vardi.
Føroyska ullin ikki egnað
Í heyst hava pløgg frá Guðrun & Guðrun verið til keyps í tógvhandlinum Vilma í Havn, og áhugin millum fólk hevur verið stórur. Í Føroyum hevur áhugi serliga verið fyri jakkunum úr føroyskum seyðaskinni. Á mótamessuni í Keypmannahavn var støðan ein onnur. Har var so at siga eingin áhugi fyri pløggunum, ið einans vóru úr skinni, meðan stórur áhugi fyri var tí bundna. Tað mesta av tí, ið bílagt varð, er bundið.
- Útlendingar eru bergtiknir av at pløggini eru bundin við hond. Tað er forkunnugt fyri tey, men føroyingar duga so væl at binda sjálvir, at tað fer helst ongantíð at vera nakað rættiligur marknaður fyri teimum bundnu pløggunum í Føroyum.
Guðrun Ludvig, ið sjálv sniðgevur øllum pløggunum í kollektiónini, hevur valt at framleiða allar bundnu vørurnar úr íslendskum tógvi.
- Tað føroyska tógvið er eftir mínum tykki ikki so væl egnað til hetta slagið av klæðum, sum vit gera. Tað er ov hart og skriðar ov illa. Tað er betur egnað til skipstroyggjur og hosur, sigur Guðrun Ludvig, spurd um hví føroyska ullin ikki verður brúkt.
Fyrsta dagin fer hon undir at gera mynstur til væl smærri útgávur av teimum bíløgdu pløggunum ? so tey fara at passa til keypararnar á japanska mótamarknaðinum.