Japanski landsliðsvenjarin leingir til 2026

Hajime Moriyasu hevur vunnið 41 av 63 landsdystum við Japan

Japan hevði eitt framúr gott HM-endaspæl í Katar, har teir vunnu innleiðandi bólkin frammanfyri Spania, Týskland og Costa Rica.

Japanska fótbóltssambandið hevur nú longt sáttmálan við landsliðsvenjaran, Hajime Moriyasu sum higartil hevur vunnið 41 av 63 dystum við japanska landsliðnum.

Sáttmálin er galdandi til 2026, tá Japan um ætlanin heldur hevur vunnið seg í HM-endaspælið, sum verður í USA, Meksiko og Kanada.

Eydnast tað Hajime Moriyasu at føra Japan til HM-endaspælið í 2022 verður hann fyrsti japanski landsliðsvenjarin, ið førir Japan til tvey HM-endaspøl.