Shinji Kagawa skoraði hattrick, tá Manchester United í dag vann 4-0 á Norwich. Rafael Benitez og Chelsea vunnu 1-0 á West Bromwich
Fleiri væntaðu at Manchester United fór at taka sær av løttum í dag, tá Norwich kom á vitjan. Hetta tí teir skulu spæla móti Real Madrid í Champions League týskvøldið. Men tað var eitt sterkt Manchester United lið, sum kom á vøllin.
Tað endaði við, at japanski miðvallarin hjá Manchester United, Shinji Kagawa, skoraði hattrick. Hann skoraði trý tey fyrstu málini, áðrenn Wayne Rooney í evstu løtu sló sigurin fastan til 4-0.
Chelsea hevði vitjan av West Bromwich. Nógv fokus var á Rafael Benitez, venjaranum hjá Chelsea, sum í vikuni legði eftir teimum áskoðarunum, sum úla eftir honum.
Demba Ba skoraði einsamalla málið í dystinum í fyrra hálvleiki eftir hornaspark. Chelsea hevði yvir tjúgu møguleikar at økja, men tað endaði við einum 1-0 sigri.
Premier League:
Chelsea WBA 1-0
Everton Reading 3-1
Manchester United Norwich 4-0
Southampton QPR 1-2
Stoke West Ham 0-1
Sunderland Fulham 2-2
Swansea Newcastle 1-0
Wigan Liverpool (17:30)