Jarðskjálvtar

Richard Danielsen


Øll eru vit skakað av hendingunum í Indonesia og har umkring herfyri. Mangur spyr seg sjálvan, um hví slíkt hendir. Til dømis var ein prestur spurdur í sjónvarpinum um hesa vanlukku, og hann hefti seg mest við hetta at vit kunnu royna at gera hvat ið vit kunnu fyri at hjálpa. Hetta er rætt, tað eiga vit at gera eftir førimuni, og tað er gleðiligt at hoyra um tað, sum verður gjørt.
Men eitt annað, sum vit kunnu hugsa um, tá ið vit royna at svara spurningum, er at spyrja, hvat Bíblian sigur um hetta. Og júst hetta við jarðskjálvtum er nærliggjandi at spyrja hvat Jesus sigur. Hann tosaði nettup um jarðskjálvtar eisini. Barnið í krubbuni, sum vit eru mint so nógv á hesa seinastu tíðina, bleiv til vaksnan mann, og hann tosar um endans tíð, beint áðrenn hann fer líðingarvegin fyri okkum til krossin og deyðan. Í tí taluni nevnir hann m.a. hetta, at jarðskjálvtar skulu verða víða hvar. Hetta er júst tað sum hendir nú. Vit hoyra dagliga um jarðskjálvtar víða hvar. Jesus segði eisini, at hetta eru teir fyrstu verkirnir. Tað fer at versna við hesum. Spurningurin kemur nú aftur, hví? Bíblian sigur, at tað er syndin, sum ger tað. Esaias profetur sigur, at jørðin einaferð skal klovna, skrædna og riða. Hon skal geva seg afturo g fram sum vaktaraskýli, hon skal sløðra, sum ein drukkin maður, og síðani sigur hann at hon skal falla og ikki reisa seg aftur. Grundin fyri hesum er, at tungt liggur misbrot hennara á henni. Esaias 24, 19?20.
Á døgum Nóa hendin nakað líknandi, Jesus vísir til tað sama í somu taluni. Tá gekk jørðin undir í vatni. Les um tað í 1. Mósebók 6. kapitli.
Tað gleðiliga er tó, at nú er tað bert ein synd, sum førir okkum í fortaping, og hon er tann ikki at vilja trúgva evangeliinum. Tann ræðuligi dómurin yvir alla synd heimsins tók Jesus á seg, hinar ræðuligu tímarnar í Getsemane og á krossinum. Hetta eru vit júst mint á á serligan hátt í 2004 við einum filmi um hetta. Hetta eru góð boð fyri tann, sum tyngist av síni syndabyyrði, og fegin vildi sloppið frá henni, til ein slíkan hava vit tey góðu tíðindi, at hon er tikin burtur, her er bara at siga takk.
Tí hevur Pætur ápostul ein so góðan boðskap, áðrenn hann talar um tann ræðuliga dóm hesum heimi bíðar. Dómurin ljóðar soleiðis: Men dagur Harrans skal koma ? sum tjóvur; tá skulu himlarnir forganga í hørðum duna, frumevnini loysast sundur í brennandi hita, og jørðin og alt ið á henni er brenna upp. Tann góði boðskapurin ljóðar soleiðis: Harrin er ikki seinførur við lyftinum ? tóat summi halda tað vera seinføri ? nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vild ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.
Hevur tú vent við?
Gleðiligt nýggjár.