Um tíggjutíðina í gjárkvøldið var ein rættiliga harður jarðskjálvti undir havbotninum norðuri í Grønlandshavinum. Sambært íslendsku jarðfrøðingunum var hann 6,5 á Richterstiganum.
Miðdepilin í skjálvtanum var 11 kilometrar undir havbotninum at kalla mitt ímillum Ísland og Svalbard og Noreg og Grønland.
Løtu seinni vóru tveir eftirskjálvtar, sum vóru umleið 5,0 á Richterstiganum.