Jarðskjálvti í Kos: Føroyingar runnu niðan í fjøllini

Nógvir føroyingar eru í Kos, har ein jarðskjálvti rakti í gjár.

Kos varð rakt av einum ógvusligum jarðskjálvta í nátt, og vælumtókta feriuoyggin er eisini eitt ferðamál hjá føroyingum nú í summar. Fleiri føroyingar eru staddir í Kos, og in.fo tosaði við løtu síðani við familjuna hjá einari gentu, sum er í Kos. 

 

Tær báðar genturnar, sum eru í ferðalagnum, vóru staddar í einari barr, tá ið jarðskjálvti byrjaði. Meðan ting byrjaðu at rapa rundan um tær runnu tær út, og megnaðu at renna niðan í fjøllini. 

 

Boð eru komin frá gentunum um, at tær hava tað gott og megnaðu at sleppa sær til rýmingar í fjøllunum. Fleiri eftirskjálvtar eru á Kos í dag, verður sagt av oynni. Ritzay skrivar í nátt, at minst tvey fólk eru deyð og 120 fólk hava fingið skaða av jarðskjálvtanum. Tey deyðu eru úr Svøríki og Turkalandi. 

 

In.fo fylgir málinum.