Ein jarðskjálvti, sum er máldur til 4,5 á Richterskalanum, hevur rakt Norðurnoreg í kvøld.
Tað veit Euro-Mediterranean Seismological Centre (EMSC) at siga, og tað var Verdens Gang, sum var fyrst við tíðindunum í kvøld.
Skjálvtin rakti klokkan 23.06, norska tíð, og sambært EMSC var jarðskjálvtadýpið avmarkað til 10 kilometrar, sum sagt verður.
Jarðskjálvtamiðdepilin var einar 32 kilometrar vestanfyri Ørnes í Meløy kommunu, vísa fyribils mátingar.
Verdens Gang skrivar, at ávísin hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum hava merkt jarðskjálvtan í Noregi í kvøld.










