Í morgun hevur ein harður jarðskjálvti verið út fyri eysturstrondini av Italia, og sambært útlendskum miðlum í morgun merktist jarðskjálvtin um stórar partar av Italia.
Jarðskjálvtin, sum varð máldur til 6,1 við miðdepli norðarlaga í Adriadarhavinum, merktist eisini í høvuðsstaðnum Rom, heilar 300 kilometrar burturi frá miðdeplinum.
Skjálvtin merktist eisini í Kroatia og Bosnia á hinari síðuni av Adriatarhavinum.
Tíðindastovan NTB sigur, at enn er einki frætt um persónsskaðar, og heldur einki er frætt um materiellar skaðar.