Kvinnurnar á Jarnbardi greiddu sín setning á Vestanstevnu í Sørvági, og við sigrinum eru tær meistarar í ár
Tað hevur ikki verið nakar spenningur hjá 6-mannaførum við kvinnum í ár, tí kvinnurnar á Jarnbardi hava verið nógv tær stinnastu í ár.
Seks ferðir hava tær vunnið, og longu áðrenn róðurin var greitt, at tær als ikki skuldu koma á mál, um tær ikki skuldu gerast føroyameistarar í ár.
Veðrið er einki at reypa av í dag, og tí er eitt sindur gjálvut úti á fjørðinum, og tað sást eisini, tá bátarnir løgdu til brots. Jarnbardur, sum fleiri ferðir í ár hevur verið langt frammanfyri hinar bátarnar, mátti bíða eitt sindur longri enn vanligt, áðrenn tær sluppu framum.
Tað einu løtuna, sá eisini út til at Rádni skuldi fara framum, men tá Jarnbardur fekk fatur á tí alduni, var einki at gera hjá hinum bátunum.
Tí var sigurin hjá Jarnbardi væl og virðiliga uppiborin og meistaraheitið við.
Úrslit:
1. Jarnbardur 4.58,23
2. Lómur 5.05,23
3. Rádni 5.08,08
4. Herningur 5.11,00
5. Hvessingur 5.17,17
Støðan
1. Jarnbardur 42 stig (FM)
2. Rádni 34 stig
3. Lómur 29 stig
4. Herningur 19 stig
5. Sølmundur 7 stig
6. Hvessingur 3 stig