Jarnbardur hevur sett kósina

Hóast tær leingi vóru á triðja og fjórða plássinum, so megnaði roynda kvinnumanningin á Jarnbardi at enda at seta alt upp á pláss

Kappróður

Tað hevur so ofta áður tørnað soleiðis út. Tí var tað ikki óvæntað. Sum so mangan áður skuldu tær stríðast fyri sigrinum, og sum so ofta, so eydnaðist tað teimum, hóast starturin ikki hevði verið so sannførandi.
- Vit fingu ikki góðan start. Men vit duttu ongantíð afturav. Eg sá fram á Lóm og Páll Fanga, sum vóru kanska eina bátslongd frammanfyri okkum. Vit kappaðust eina løtu við Gongurólv. Tær megnaðu ikki at halda tørn. So snúði tað seg um at fáa fatur á Páll Fanga og Lómi. Lómur megnaði ikki at halda Páll Fanga. Eg helt meg síggja, at hóast vit vóru eitt sindur aftanfyri Páll Fanga, so gekk tað støðugt um enn spakuliga tann vegin, at vit fingu betri og betri tak á honum, og tá ið tað restaðu einir 300 metrar, fóru vit fyrstu ferð framum og løgdu okkum á fremsta plássið, sum vit tíbetur megnaðu at varðveita. Men tær góvu ikki bara skarvin yvir. Tær royndu at svara aftur, so vit vóru sanniliga noyddar at stríðast fyri sigrinum.
Tað er róðurskvinnan umborð á Jarnbardi, Jannie Dam Jacobsen, sum greiðir frá, hvussu hon upplivdi kappróðurin í Klaksvík leygardagin. Hon hevur verið við í nógv ár, og hon hevur verið við til at vinna nógvar sigrar og fleiri FM heiti. Í fjør var Jarnbardur ikki meistari. Fleiri av rógvarunum vóru burturstaddar. Við skiftandi manningum luttóku tær í fleiri kappingum, og á Ólavsøku bar tað teimum til at vera mannaðar soleiðis, sum tær helst vildu vera tað.
Í ár hava tær vant væl og leingi. Tær flestu umborð á Jarnbardi luttóku í Scilly kappingini fyri nøkrum vikum síðani.
Jarnbardur var seinast FM vinnari í 2002. Av tí manningini eru fimm við aftur í ár. Jannie Dam Jacobsen stýrir, og so eru hinar Petra Hansen, Súsanna Skylv Sørensen, Eivy Olsen, Kristianna Dahl Øster, Rannvá Jacobsen og Kerstin Rasmussen.

Fleiri fara at bjóða seg til
Umborð á Páll Fanga er nett sama manningin, sum eisini róði við í fjør. Tær vunnu á bygdastevnuni á Skála, og tað var ikki frítt, at tað í Klaksvík varð vónað og kanska eisini roknað við, at tað skuldi eydnast Páll Fanga at verja áhugamálini hjá vertsfelagnum. Leingi sá tað væl út, og tá ið bátarnir vóru komnir á mál tóktist tað sum um, at onkrar av manningini á Páll Fanga høvdu fingið eitt prej um, at tær høvdu vunnið. Tí er einki at siga til tað, um tær vóru rættuliga vónbrotnar. Men avrikið bendi á, at Páll Fangi eisini tær næstu ferðirnar fer at vera millum bátarnar, sum fara at bjóða Jarnbardi av.
Uttan iva fara Lómur og Víkingur, sum endaði á fjórða plássinum, eisini at vera við í kappingini.
Eitt sindur óvæntað var tað, at Gongurólvur hesa ferð ikki megnaði meiri enn fimta plássið. Gongurólvur var FM vinnari í fjør. Nú var talan um spildurnýggjan Gongurólv. Sum vit hava skilt tað, so vóru fleiri av teimum, sum í fjør vunnu FM, við nýggja bátinum hesa ferð. Men í fyrstu royndini hilnaðist tað ikki akkurát soleiðis, sum tað kanska kundi havt verið roknað við. Men leikirnir eru mangir í longum talvi, og longu leygardagin verður nýggjur møguleiki hjá Páll Fanga, Lómi, Víkingi, Gongurólvi og hinum, sum droyma um at gera nakað við Jarnbard. Royndu róðrarkvinnurnar í Knørrafelagnum settu leygardagin á vánni í Klaksvík kós ímóti enn einum FM heiti.

Seksmannafør, kvinnur
1Jarnbardur5:34:20
2Páll Fangi5:36:01
3Lómur5:42:19
4Víkingur5:44:12
5Gongurólvur5:45:23
6Sølmundur5:55:14
7Sundabáturin6:04:13