Jason Watt vitjar Wenzel til 100 ára haldið

Leygardagin kemur út bók í sambandi við, at fyrsti bilurin kom til Føroyar 6. mai í 1922.

Tað er P/F Wenzel, sum gevur út bókina, sum Helgi Jacobsen, rithøvundur, hevur skrivað, og hon verður ókeypis at fáa á Kongabrúnni leygarmorgunin klokkan 11. Í bókini er søgan um fyrsta bilin og lýsing av samfelagsmenningini seinastu 100 árini.

Seinnapartin leygardagin millum klokkan 14 og 16 verður tiltak úti hjá Wenzel.

Fyrsti bilurin, sum kom til Føroyar, var ein Ford T lastvognur, og vóru tað Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen, sum umboðaðu Ford í Føroyum – og tað er sami Wenzel, sum Ford umboðið í Føroyum er nevnt eftir.

Hjá Wenzel kemur stjórin hjá Ford í Danmark, Frank Skjærbæk á vitjan, klovnurin Bubu fer at undirhalda, tey grilla pylsur og mangt annað gott verður á skránni.

Klokkan 16 fer danski kappkoyrarin Jason Watt at halda fyrilestur, og tað ber til at melda seg til fyrilesturin á wenzel.fo, har eisini meira fæst at vita um fyrilesturin.

Skráin er henda:

7. mai kl. 14.00-16.00 á Wenzel

• Ókeypis bók – Fyrsti bilurin 100 ár – Helgi signerar

• Leigubilaútsøla

• Ballónir og ísar til børnini

• BUBU undirheldur

• Vit grilla pylsur

Tilmeldingartiltak – WENZEL+

• Kl. 16.00 Jason Watt hevur fyrilestur – tilmelding á wenzel+ - www.wenzel.fo