Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum setir Tórshavnar Jass, Fólka og Bluesfestival 1999 klokkan 20.00 óðinskvøldið í komandi viku.
Tónleikaligi aperitiffurin í hesum sambandi, verður at hoyra í forhøllini beint undan røðuni hjá íslendsku mentakvinnuni. Tað eru fræðini hjá Brandi Øssurssyni, unga Big Bandið, Jassarnir, ið fer at standa fyri tí partinum av stevnusetanini.
Fleiri stjørnur eru við
Kanska hevur festivalurin ongantíð áður spent so víða, sum hann ger hesaferð. Fyrireikararnir egna við sonnum krási á tónleikaøkinum. Virdir tónleikarar sum Poul Dissing og synir, Sanne Salomonsen og bólkurin Big Fat Snake eru mætastu nøvnini í ár, og hesi eru ikki hissini fongur hjá ungum sum eldri, ið ætla sær í Norðurlandahúsið, stevnudagarnar.
Tað, sum ofta hendir, tá fólk fara á festivalin, er, at tey koma í Norðurlandahúsið við tí fyri oyra, at uppliva onkran av teimum kendu framførarunum, men tá avtornar, er tað, ið stendur fastast í minninum, okkurt spildurnýtt, sum nertir við onkustaðni. Sigast kann, at festivalurin hevur uppalandi árin við sær, og tónlistarligi fongur áskoðaranna eisini kann verða hareftir.
Dissing og synir
Brandur Øssursson sigur, at fyrireikararnir hava lagt seg eftir at býta sjangrurnar út á tey fýra kvøldini, hóast væl er ansa eftir, at framførðslurnar ikki gerast ov einstáttaðar, ymsu kvøldini.
Vit hava gjarað út við Poul Dissing fyrsta kvøldið. Tá eru vísur, fólkatónleikur og eitt dism av jassi og bluestónleiki á skránni. Poul Dissing er ein livandi tónleikari, sum saman við synunum spennir væl víðari, enn bara til »om lidt er kaffen klar«, leggur Brandur Øssursson dent á.
Ungdómskvøld
Tíðirnar broytast, og konseptið fyri jassfestivalin broytist samsvarandi. Nú 16. ferð, skipað er fyri Jass, Fólka og Bluesfestivali í Tórshavn, er ungdómurin av álvara sloppin framat. Tórskvøldið er so at siga ognað teimum yngru. Hálvanannan tíma hetta kvøldið fer danski stjørnbólkurin Big Fat Snake at gera um seg í Norðurlandahúsinum. Á sama pall hetta kvøldið fer fløguaktuelli bólkurin, Sirm, við Tór Verland Johansen.
Gospel-endabrestur
Fríggjakvøld fer danska rokk-radisan, Sanne Salomonsen, á pallin. Høvi verður eisini at hoyra listamannin, ið gjørt hevur festivalplakatina hesaferð, Bill Buchman, spæla ektaðan og óspiltan rimmarjass saman við Brandi Øssurssyni og Edvardi Nyholm Debes.
Endabresturin, leygarkvøldið, verður ein veldug gospelkonsert. Í hesum sambandi hava fyrireikararnir verið so hepnir at fingið okkara egna frílynta M.C. Restorff og vinfólk hansara at spæla. Føroyskur gospeltónleikur hevur verið í stórari menning seinastu árini. Voices of Praice, ið væl kann samanberast við United Voices, sum framførdi á seinasta festivali, vera við leygarkvøldið. Stóra kórið og orkestrið fara væntandi at borga fyri einum stórum upplivilsi seint hetta kvøldið, áðrenn tjøldini verða drigin fyri á seinasta sinni hesaferð.
Brandur og Poul
Teir ið standa fyri Tórshavnar Jass, Fólka og Bluesfestivali, eru Brandur Øssursson og Poul Jørgensen, stjóri í mentunarhúsinum, Brandts Klædefabrik, í Odense. Danin hevur nógv sambond í danska tónleikaheiminum. Teir báðir hava áður arbeitt saman í Nordjass, og teir leggja eisini skránna fyri festivalin í felag. Teimum tónleikarum, sum hava verið bjóðaðir á festivalin, men ikki hava kunnað komið, stendur í boði at koma næstu ferð.
Á herðum Brandar Øssurssonar liggur harumframt at fyriskipa sjálva ferðina til Føroya, fáa til vega ljóðføri og innivist, eins og at skipa fyri flutningi til og úr Norðurlandahúsinum.
Norðurlandahúsið hollur stuðul
Fyriskipararnir báðir fáa nógva og holla hjálp í fyrireikingararbeiðinum. Norðurlandahúsið stuðlar tiltakinum við fullari megi. Starvsfólkið, sum skal taka sær av konsertfyriskipanini, er úr hesi mentanarháborg okkara.
Tiltakið verður partvís fíggjað við pengum, sum koma frá atgongumerkjasøluni. Harumframt stuðla Norðurlandahúsið og ymsir grunnar. Avlop er ongantíð, og stuðulsveitingarnar liggja ikki í fastari legu, og mugu tískil fáast til vega á hvørjum ári.
Brandur Øssursson sigur, at tað gongur sum eftir ánni at selja atgongumerkini, sum kosta 120 krónur fyri hvørt kvøldi. Skráin fyri Tórshavnar Jass, Fólka og Bluesfestival, stendur í Sosialinum frá 3. august (á síðu 6).
Dissing, Dissing, Nissen & Dissing
Miðskeiðis í sekstiárunum seldi Poul Dissing 50.000 eintøk av plátuni »25 minutter endnu«. Slíkt var óhoyrt tá á døgum. Mong ár seinni; í 1998, fekk hann Grammyviðisløn, so talan er um sangara, ið hevur bergtikið fjøldina í fleiri enn tríati ár. Hann hevur eisini bergtikið onnur listafólk. Nógvir viðurkendir tónleikarar og yrkjarar hava arbeitt saman við honum, hesi mongu ár. Vert er kortini at leggja sær í geyma, at hann ikki byrjaði sum hin sermerkti sangarin, vit kenna.
Nógv umrøddur
Poul Dissing hevði longu í fimtiárunum ein frítíðarbólk saman við Freddy Fræk, sum borðreiddi við vanligum jassi, og tað var Dissing, ið spældi uppá trompetina, sum hann kortini legði frá sær stutt eftir. Men beint áðrenn hann fór í Kibbuts í 1965, sang hann hann sín fyrsta sang á plátu fyri Sonet. Tá hann kom aftur av ferð, var hann »kult« í Danmark, har dúgligt kjak var, um talan var um list, ella ikki, sum Dissing hevði sungið inn.
Undir øllum umstøðum helt hann áfram at syngja sín serliga vísusang, og undirtøkan vaks í hvørjum. Fleiri kend tónlistafólk løgdust afturat honum. Nevnast kunnu Benny Andersen, Benny Holst, Peter Thorup, Fuzzy, Pierre Dørge og bólkurin, Burnin´ Red Ivanhoe. Í flestu førum endaði tað við útgávum, ið rúnabundu danir - og føroyingar.
Dissing er eitt »must«
Poul Dissing hevur áður vitja festivalin, og honum dámdi væl. Tí kemur maðurin aftur til Føroya at súgva óspiltu náttúruna í seg og undirhalda vælnøgdum føroyingum. »Nej, livet er ikke det værste man har?«
Danski tónlistamaðurin hevur roynt nógv, og í seinastuni hevur hann arbeitt saman við synum sínum, Jónasi og Rasmusi Dissing, sum spæla munnhørpu og Keyboard, umframt at syngja. Gittaran í bólkinum, spælir Lars Nissen uppá. Samstarvið hevur verið fruktargott, tí fløguútgávan í 1997 hevði við sær, at Dissingarnir og einsamalli Nissemaðurin fingu ein Grammy, árið eftir.
Dissing er »still going strong« - eisini í Norðurlandahúsinum óðinskvøldið klokkan 22.15. Hann er, sum danir taka til, eitt »must«.
Sanne Salomonsen
Sanne Salomonsen er kanska hin besta danska songkvinnan í rútmiskum høpi. Hon hevur sungið rokk, popp, blues, og hevur nú givið út fløguna »In A New York Minute, ið er grundað á jass. Fløgan hevur fingið gull í Danmørk, og kemur út í USA og Japan. Ilt er at spáa um, hvussu tað fer at gangast Sonnu í stóru Verð, men heimstónleikararnir, David Sanborn, Michael Brecker, Thielemans og Chris Minh Doky, vórðu ovfarnir av rødd hennara, tá fløgan varð tikin upp í New York.
Nógvar virðislønir
Í Føroyum er Sanne best kend, sum hin góða songkvinnan í Anne Linnet Band. Men hon er heldur ikki ókend sum forsangari í Sneakers - vælumtókta bólkinum, sum varð stovnaðum fyri 20 árum síðan. »Sui Sui« var hitt kendasta lagið hjá Sneakers, men summar av soloplátum Sonnu Salomonsen hava eisini verið nógv spældar í Útvarpi Føroya, m.a. »Language Of The Heart«, ið varð spæld inn í Los Angeles saman við Little Feat.
Annars hava danir lovprísað Sonnu, og hon hevur fleiri ferðir fingið Grammy-virðislønir, og í 1990 World Music Award fyri góðu plátusøluna.
Konsertin hjá Sonnu Salomonsen í Norðurlandahúsinum verður heilt serlig Ein høvuðsmaður á seinastu fløgu hennara, bassspælarin, Chris Minh Doky, kemur tað longu leið úr New York og á Tórshavnar Jass, Fólka og Bluesfestival?
Liðin eru 32 ár, síðan Sanna Salomonsen fór at syngja og spæla rokk, og tá var hon bara 12 ára gomul.
Big Fat Snake
Eitt veldugt navn í Norðurlondum. Sangarin varð kosin ársins sangari í Danmørk í fjør. Rødd hansara hevur verið skýrd hin mest »soluta« í donskum rokki.
Big Fat Snake hevur gjørt 9 Fløgur. Stílurin hevur verið ymiskur á teimum ymsu útgávunum. T.d. gjørdu teir fyrr onkra grótharða plátu, meðan hin seinasta, www.bigfatsnake.com, er meira hittkend. Hon er eisini heiðrað við platinplátu.
Men Big Fat Snake er eisini kendur sum konsertbólkurin, ið ger um seg á mongum festivalum, summarmánaðarnar.
Góður »livebólkur«
Grundarsteinurin til bólkin varð lagdur, tá Peter Viskinde og Anders Blichefeldt hittust um tónleik saman við øðrum tónleikarum. Samansetingarnar vóru ymiskar, og seint í 1990 endar tað so við Big Fat Snake og einari útgávu, sum tó ikki vakti serligan ans millum manna. Eftir hálvum ári fekk bólkurin kortini gott orð á seg sum konsertbólkur, og hesum fingu plátufeløgini frænir av. Síðani hevur leiðin verið lættari hjá Big Fat Snake. Fløgur teirra hava verið framúr vælumtóktar, og á konserferðunum hevur verið útselt nærum hvørjaferð.
Óli Poulsen legði til rættis
Tann útgávan, sum higartil er seld í flestum eintøkum, nevnist »Fight For Your Love«. Tað var í 1996, at bólkurin vendi sær til Óla Poulsen til tess at fáa hann at leggja upptøkurnar til rættis, og føroyingurin játtaði. Úrslitið varð nevnt »Mega Recordsalbum«, og ágóðin av hesi útgávu sást á stúgvandi fullum konsertplássum og hallum, ið vóru á tremur. Nú fáa vit at síggja, hvussu fer at gangast við www.bigfatsnake.com.
Áðrenn nýggjasta fløgan kom út herfyri, kannaðu teir marknaðin við stakfløguni »Female Voice«. Talan er um eitt vakurt og lætt rútmiskt popplag, sum verður spælt á flestu donsku útvarpsstøðum. Vit kunnu í roynd og veru siga, at Big Fat Snake er ein aktuellur hittbólkur, og tískil eru teir helst væl fyri, tá teir fara á pall í Norðurlandahúsinum, tórskvøldið. Tøknifrøðin hevur eisini fingið fastatøkur á bólkinum. Í oktober í fjør høvdu teir í Big Fat Snake eina konsert, ið fór beinleiðis um alnótina og út á teldurnar.
Royndir tónleikarar
Til ber at prógva dygdirnar í tónleiki teirra við ávísingum. T.d. hevur tangentspælarin, Peter Repete (Peter Sørensen) fyrr spælt við Malurt, Michael Falch, C.V. Jørgensen og nú eisini øðrum stórum navni á festivalinum, Sonnu Salomonsen. Bassspælarn í bólkinum, Asger Johannes Steenhold, spældi fyrr við Savage Rose, Lars H.U.G., Caroline Henderson og Tamara Rosanes.
Hinir eru gittarleikarin, Peter Viskinde, sum var ein stovnari, og fyrr eisini tónleikari í Malurt; Anders Blichfeldt, besti sangari í Danmørk, ið meginpartin av vaksna lívi sínum hevur sungið og spælt gittara við Big Fat Snake; og Jens Fredslund, trummu- og bassspælari, ið hevur verið á liðnum hjá Alberte, Mariu Montell og við í bólkinum, Back to Back.
Pinkufestivalur innbygdur
Í sjálvan festivalin, er innbygdur ein sokallaður pinkufestivalur. Tað er Nordisk Jazztalent, ið er sprottið úr Nordjazz, sum skipar fyri. Eitt orkestur úr hvørjum Norðurlandi verður við í hesum partinum av stevnuni.
Sum frálíður er ætlanin, at hesin pinkufestivalur skal hava til endamáls at velja besta unglingajassorkestrið í Norðurlondum. Í Noreg og Svøríki eru longu landskappingar á hesum øki, og væntandi verður innanhýsis kapping millum føroysk orkestur komandi ár.
Komandi ár verður eisini unglingafestivalurin í Íslandi, og tá verður kappast av álvara um at gerast norðurlandameistari í Jassi. Altjóða møguleikarnir, eitt slíkt tiltak kann hava við sær fyri vinnandi orkestrið, verða óivað at kalla óavmarkaðir.
Luttakandi bólkarnir í føroyska pinkufestivalinum eru hesir:
Danmørk: The Dynamite Vikings.
Finnland: Trio Toukeat.
Føroyar: Tangz.
Ísland: Flís.
Noreg: Urban Connection.
Svøríki: Got a Match.