Jastrid í Gallarí Riberhús

FOTOFRAMSÝNING
Tíðndaskriv

Frá leygardegnum 9. februar til mikudagin 20. februar verður fotomyndaframsýning á Gallarí Riberhúsi í Fuglafirði. Tað er Jastrid á Dalbø ið sýnir fram.
Jastrid er fólkaskúlalærari og starvast við Fuglafjarðar skúla. Hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri myndlist og hevði evning sum linjulærugrein á Føroya Læraraskúla.
Jastrid hevur fyrr luttikið á Varmakelduframsýningum við málningum og fotomyndum. Hetta er fyrsta ferðin hon hevur egna framsýning, og eru tað fotomyndir, ið her verða vístar fram. Myndaevnini eru fjølbroytt. M. a. verða gerandislív, trúgv og deyði lýst. Nógvar av myndunum, ið bæði eru í litum og svart/hvítar, eru úr nærumhvørvinum.
Framsýningin letur upp leygardagin 9. februar kl. 14.00.
Við setanina fara starvsfelagar hjá Jastrid at seta dám á løtuna. Alexandur Kristiansen lesur egnar yrkingar og Eyðun & Marta á Lakjuni fara at leika á klaver og cello.
Gallarí Ribarhús hevur opið mánadag til fríggjadag frá kl. 15.00 til 17.30 leygardag frá kl. 16.00 til 18.00 og sunnudag frá kl. 15.00 til 18.00.