Jastrid verður leiðari á tænastudeild

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hava tey fingið trý nýggj starvsfólk á tænastudeildini

Trý nýggj starvsfólk eru sett á tænastudeildini hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

- Vit eru fegin um at kunngera, at trý nýggj starvsfólk nú byrja á tænastudeildini.

 

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi vísa tey á, at nýggju fólkini eru Helena Kallsberg og Kristina Gaardlykke, sum koma at arbeiða við reingerð á skurðgongini.

 

Síðan er tað Jastrid Gullaksen, ið tekur við sum leiðari á tænastudeildini.

 

- Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku, siga tey á Facebook-vanganum hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi í dag.

 

##med2##