Tvær veljarakanningar vórðu gjørdar á Glasi í dag, tá ið tað var politiskur valfundur millum allar níggju politisku flokkarnar, sum stilla upp.
Ein kanning varð gjørd áðrenn valfundin, og ein varð gjørd aftaná.
Fyrra kanningin
Í fyrru kanningini var Fólkaflokkurin fremstur við 19,34%, Tjóðveldi var nummar tvey við 18,90% og Javnaðarflokkurin var nummar trý við 16,92%. Tað mest yvirraskandi við fyrru kanningini var, at Framtakið var á fjórða plássi við 13,41%.
455 svaraðu fyrru kanningini.
##med2##
Veljarakanning á Glasi - ÁÐRENN valfundin
455 svaraðu
Úrslit:
Fólkaflokkurin 19,34%
Sambandsflokkurin 11,43%
Javnaðarflokkurin 16,92 %
Sjálvstýri 0,22%
Tjóðveldi 18,90%
Framsókn 9,45%
Miðflokkurin 3,52%
Framtakið 13,41%
Føroyaflokkurin 0,66%
Vita ikki 6,15%
Seinna kanningin
Í seinnu kanningini, sum varð gjørd, eftir fundin, var Javnaðarflokkurin stóri vinnarin við 29,49%. Fólkaflokkurin var nummar tvey við 18,07%, og Tjóðveldi var nummar trý við 15,34%, Framsókn var nummar fýra við 10,94%, Sambandsflokkurin nummar fimm við 10,46%, Framtakið nummar seks við 4,04%, Miðflokkurin nummar sjey við 3,21%, Sjálvstýri nummar átta við 1,07% og Føroyaflokkurin nummar níggju við 0,83%.
6,54% av næmingunum vita ikki enn, hvønn tey skulu setta krossin við 31. august.
842 næmingar svaraðu seinnu kanningini.
Av teimum, ið svaraðu, hava umleið 2/3 valrætt.
##med3##
Veljarakanning á Glasi - EFTIR valfundin
842 svaraðu
Úrslit:
Fólkaflokkurin 18,07%
Sambandsflokkurin 10,46%
Javnaðarflokkurin 29,49%
Sjálvstýri 1,07%
Tjóðveldi 15,34%
Framsókn 10,94%
Miðflokkurin 3,21%
Framtakið 4,04%
Føroyaflokkurin 0,83%
Vita ikki 6,54%
Les eisini: Floksformenninir dyrgdu á Glasi