Umboðan Føroya á danatingi var tá á døgum øðrvísi, enn hon er í dag. Tá var ríkisdagurin býttur í tvinni kømur, Fólkatingið og Landstingið, og høvdu Føroyar ein lim í hvørjum tingi.
Við lóg frá desember 1947 fáa Føroyar rætt til at velja tveir fólkatingsmenn, og varð fyrsta val eftir hesi skipan 18. februar 1948.
Við nýggju grundlógini frá 5. juni 1953 verður tann broyting gjørd, at ríkisdagurin bara skal hava eitt ting, fólkatingið.
Fólkatingsmaðurin var valdur á sama hátt, sum báðir fólkatingmenninir verða valdir í dag, meðan løgtingið valdi landstingsmannin.
Seinasti landstingsmaður Føroya var Hans Iversen í Kvívík, sum tó bert sat frá 4. august til 21. september 1953. Poul Niclasen, sum hevði umboðað løgtingið á Landstingið doyði 3. august 1953.
Javnaðarflokkurin hevur ongantíð havt umboð í Landstinginum.