Javnaðarrósurnar følna

Javnaðarflokkarnir hava stóra afturgongd um alt Evropa. Um vikuskiftið misti týski javnaðarflokkurin valdi í háborg síni í Nordrhein-Westfalen. Tað boðar ikki frá góðum undan tjóðartingsvalinum í heyst.

 

Enn ein javnaðarflokkur er í kreppu. Nú er tað týski javnaðarflokkurin, sum annars hevur havt góðar vónir, síðani formansskiftið í mars, sum hevur tapt sítt triðja lokalval á rað.

 

Í mars valdi týski Javnaðarflokkurin einmælt Martin Schulz til formann í flokkinum og fyrstu veljarakanningarnar bendu á, at tað var eitt klókt val. Gjógvin millum Javnaðarflokkinum og konservativa flokkinum hjá Angelu Merkel minkaði skjótt og brádliga var talan um, at hetta var maðurin, sum skuldi koppa Angelu Merkel av kanslaratrúnuni.

 

So bleiv ikki. Trý lokalval hava verið hildin síðani, í Saarland, í Schleswig-Holstein og um vikuskiftið í Nordrhein-Westfalen. Facit? Martin Schulz og SDP hava tapt øll trý valini. Í Nordrhein-Westfalen siga forsøgnirnar, at konservativi flokkurin fær 35 prosent av atkvøðunum, meðan javnaðarflokkurin fær 31 prosent av atkvøðunum, tað minsta í søgu floksins.

 

Hetta boðar ikki frá góðum fyri Martin Schulz undan tjóðartingsvalinum, sum verður 27. septembur. Hann roynir tó at halda huganum uppi og minnir á, at Emmanuel Macron eisini lá aftanfyri á veljarakanninginum fimm mánaðir undan franska forsetavalinum. Hann er forseti í dag, sigur Martin Schulz.

 

So er spurningurin, um Martin Schulz megnar at venda skútuni ella um SDP fær somu lagnu sum javnaðarflokkarnir tykjast fáa aðrastaðni í Evropa.

 

Í Hollandi minkaði Javnaðarflokkurin úr 24,5 prosentum niður í 5,7 prosent á valinum í mars. Í Grikkalandi er Javnaðarflokkurin minkaður úr 43,9 prosentum í 2009 til 13,2 prosent í 2012 til 6,3 prosent í 2015. Í Frankaríki endaði forsetavalevnið hjá franska Javnaðarflokkinum, Benoit Hamon, á fimta plássið í fyrra valumfarinum, við einans 6,3 prosentum av atkvøðunum. Flokkurin hevur annars verið við í øðrum valumfari hvørja ferð síðani seinna heimsbardaga, undantikið í 2002, tá Lionel Jospin óvæntað endaði á triðja plássið, beint aftan fyri Jean-Marie le Pen.