Javni
Kl. 11.00 bjóðar Javni teimum við menningartarni á fund, har greitt verður frá ætlanini um at seta á stovn eitt serstakt felag fyri fólk við menningartarni. Endamálið við einum slíkum felag er at tey við menningartarni sjálvi skula kunna tala sín søk og ávirka, tá tað kemur til viðurskifti sum hava við tey at gera. Hetta felag kemur í øllum lutum at arbeiða tætt saman við Javna.
Kl. 15.00 verður árligi aðalfundurin hjá Javna. Umframt val av nevndarlimum, formanafrágreiðing, framløga av rokniskapi osfr, verður eisini greitt frá átakinum "Virkin og virðismikil", sum Javni skipar fyri í samband við 35 ára stovningardagin og sum m.a. umfatar eitt stórst lýsingarátak har 4 fólk við menningartarni taka lut.
Øll eru hjartaliga vælkomin at leggja leiðina framvið í Miðlahúsinum leygardagin 6. mai