Listin hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag til løgtingsvalið 1. september er nú klárur, og tað eru 13 nøvn á listanum.
- Nógv tøk skulu takast, og nógv arbeiði er at gera fyri at fáa føroyska samfelagið aftur á beina kós. Men, tess størri týdning hevur tað at lata røttu fólkini sleppa framat, og hesi fólkini hevur Javnaðarflokkurin á listanum.
Tað heldur forkvinnan í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, Monika Nolsøe Johannesen.
Hon fegnast um, at listin - við seks monnum og sjey kvinnum - er til reiðar at gera sítt allarbesta fyri, at ein sterkur Javnaðarflokkur fær høvi at skipa samgongu eftir valið.
- Valevnini fevna víða, bæði viðvíkjandi aldri, arbeiðs- og lívsroyndum, sigur Monika Nolsøe Johannessen, forkvinna í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag.
Valevnini eru hesi: Bjørg Dam, Djóni Nolsøe Joensen, Helena Dam á Neystabø, Heðin Mortensen, Ingrid S. Henriksen, John av Reyni, Jóan Pauli Joensen, Kristianna Winther Poulsen, Oda Strøm, Rigmor Dam, Sjúrður Skaale, Sonja J. Jógvansdóttir og Teitur Vágadal.