Javnaðarflokkurin vil praktiskar loysnir

Tað kom dátt við at hoyra sambandsformannin siga seg ikki vilja vera part av eini tjóðarsemju um ríkisrættarligu støðu Føroya, sigur Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður, í aftursvari til Bárð á Steig Nielsen

Í Javnaðarflokkinum tosa vit ikki um loysing, men um praktiskar loysnir.

 

Tað kom av somu orsøk dátt við at hoyra sambandsformannin í útvarpinum seta seg við afturá við krossaðum ørmum og ikki vilja vera partur av einari tjóðarsemju um ríkisrættarligu støðu Føroya, tí hann ikki kundi taka undir við tí, sum nú liggur á borðinum – samstundis sum hann ásannaði, at einki er á borðinum at taka støðu til.

 

Ásanna avbjóðingina

 

Tað er ein sannroynd, at Føroyar ikki fáa neyðugu uttanríkispolitisku heimildirnar undir verandi heimastýrisskipan. Tað hava allir flokkar á Løgtingið viðgingið. Eisini Sambandsflokkurin. Tiltikna harmonikan, sum javnaðarløgmaðurin Atli Dam so beinrakið plagdi at samanbera heimastýrislógina við, kann ikki togast nógv longur út.

 

Tað mugu vit fyrihalda okkum til. Og gera nakað við.

 

Ov trongir karmar

 

Orsøkirnar eru fleiri. Heimsstøðan krevur, at Føroyar sita við borðið og luttaka í egnum navni í einari tíð, har strategisku og búskaparligu áhugamálini eru stór um okkara leiðir.

 

Tað er einki kontroversielt í tí. Í Danmark skilja og stuðla tey okkara ynski um størri uttanríkispolitiskt sjálvræði. Tað hevur forsætisráðharrin sagt fleiri ferðir – at vit skulu samstarva sum trý javnsett lond í einum felagsskapi.

 

Tað eru mong dømi um, at karmarnir eru vorðnir ov trongir.

 

Í Føroyum hava vit í nógv ár viljað havt sjálvstøðugan limaskap í WTO. Tað er neyðugt, tí sum felagsskapur ásetur WTO reglurnar fyri samhandil við útheimin. Sum limur betrast møguleikarnir hjá Føroyum at fáa neyðugar handilssáttmálar við onnur lond, sum skulu vera grundarlag fyri størri vinnuligari virðisøking. Støðan er nú tann, at hóast Føroyar lúka treytirnar, sum WTO setur fyri limaskapi, so halda tey í Danmark, at grundlógin ikki loyvir tí.

 

Flestu felagsskapir eru fyri sjálvstøðug lond, og tað er bara í heilt serligum førum, at vikið verður frá hesari grundregluni. Tað hevur víst seg í Norðurlandaráðnum. Í NEAFC og NAFO hava Føroyar heldur ikki somu rættindi og møguleikar sum onnur limalond. Skulu Føroyar upp í EFTA, sum hevði givið okkum atgongd til eina røð av tiltrongdum fríhandilssáttmálum, so krevur tað, at Danmark fer upp í fyri ein ávísan landafrøðiligan part av Danmark, har danski ES-limaskapurin skal tillagast til tað. Og føroysk ítróttafólk kunnu ikki luttaka í OL undir egnum flaggi, tí vit lúka ikki treytirnar.

 

Nýtt Samband

 

Í fjør kom Sambandsflokkurin við einum tiltrongdum politiskum útspæli um at nýskipa ríkisfelagsskapin, ásannandi at okkum tørvar størri rásarúm og víðkaðar karmar at virka undir.

 

Avbjóðingin er bara tann, at sjálvstýrislógin, sum Sambandsflokkurin leggur upp til, gevur ikki Føroyum størri uttanríkispolitiskar heimildir. Og tað veit Sambandsflokkurin eisini væl. Felagsskapirnir, har vit vilja hava fullgildigan limaskap, loyva ikki føroyskum limaskapi undir verandi kørmum.

 

Meðan Sambandsflokkurin mælir til eina loysn, sum ikki flytur okkum úr stillstøðuni, so vil Javnaðarflokkurin hava eina praktiska loysn, sum loysir ta avbjóðingina, sum vit standa við, samstundis sum vit varðveita rættindini, sum vit hava í ríkisfelagsskapinum nú.

 

Loysnir á borðið

 

Tí er løgmaður farin undir arbeiðið at endurhugsa karmarnar soleiðis, at Føroyar kunnu fáa tær uttanríkispolitisku heimildirnar, sum vit hava tørv á.

 

Tað eru ymiskir møguleikar at skipa ein praktiskan felagsskap við trimum sjálvstøðugum londum í einum sterkum felagsskapi, og tað stigið skulu vit taka saman og í semju - bæði í Føroyum og Danmark.

 

Tað krevur fyrst og fremst, at vit finna loysnirnar heldur enn forðingarnar.