Javnaðarleiðslan fundast um tunlar

Í kvøld hevur floksleiðslan í Javnaðarflokkinum fund, har eitt nú Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru millum málini, sum verða viðgjørd.

Tað hevur ligið á ljóði, at eitt annað mál, sum eisini skuldi viðgerast, var tingmaðurin, Gerhard Lognberg, sum tykist hava góðan hug at stuðla samgonguni í málinum um Eysturoyartunnilin, um hann fær okkurt gott lyfti um Sandoyartunnilin afturfyri.

Men sambært Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, er tingmaðurin í Sandoynni ikki eitt evni á floksleiðsluundinum í kvøld:

– Persónurin Gerhard Lognberg er ikki eitt evni á fundinum, sum millum annað fer at viðgera Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin, sigur Aksel V. Johannesen.

Samstundis hevur hann ikki hug at gera stórvegis viðmerkingar, fyrr enn floksleiðslufundurin er liðugur, og tað verður hann helst um einar tveir tímar ella so.