Javni eftirlýsir betri trygd fyri fólk við breki

Felagið Javni eftirlýsir, at ST-sáttmálin fyri fólk við breki verður settur í gildi í Føroyum. Galdandi reglur tryggja ikki nóg neyvt fólk við breki, sigur felagið Óli Wolles, næstformaður í Javna, hevði herfyri tíðargrein í Sosialinum um ST-sáttmálan um javnrættindi fyri fólk við breki, sum ikki er settur í gildi í Føroyum.

Greinin við heitinum, Biddari ella borgari, er eisini tøk á heimasíðuni hjá Javna.

Felagið Javni staðfestir eisini, at Føroyar onga lóg hava, ið tryggjar fólki við breki móti diskriminering.

Løgmaður boðaði seinasta heyst frá, at landsstýrið arbeiddi við at kunna seta ST-sáttmálan um javnrættindi fyri fólk við breki í gildi í Føroyum, og Javni er áhuga í at hetta arbeiðið heldur fram.

- Okkara Løgtingsins umboðsmaður tekur sær eisini av fólki við breki, ið hava verið fyri órætti. Trupulleikin er bara, at galdandi reglur ikki serliga neyvt tryggjað fólk við breki ávís rættindi, sigur felagið.

7. og 8. apríl í ár verður skipað fyri eini ráðstevnu í Gøteborg um ST-sáttmálan um javnrættindi fyri fólk við breki.

Tað er svenska samstarvsráðið fyri handikappfeløg, HSO, sum saman við øðrum felagsskapum skipar fyri ráðstevnuni, sum

verður á svenskum.

Umframt fyrilestur um hvønn týdning ST-sáttmálin hevur fyri Svøriki, verður fyrilestur, ið lýsir støðuna í Svøriki og nøkur dømi um, hvussu mann ítøkiliga arbeiðir við hesum í Gøteborg. Harumframt verða verkstovur um ymisk evni.

Felagið Javni sigur á heimasíðu sínari, at hetta er ein gyltur møguleiki at fáa kunning um ST-sáttmálan um javnrættindi fyri fólk við breki á norðurlendskum máli.