Dreingir fáa fleiri lummapengar, forvinna meira og hava størri nýtslu enn gentur. Hetta vísa nýggjar danskar kanningar
Umframt at gentir og dreingir kunnu væntað sær vanbýti á arbeiðsmarknaðinum í vaksnalívinum, skulu tey í barnaárunum eisini lata sær lynda vánaliga javnvág í familjunum, har genturnar fáa færri lummapengar og færri nýtsluvørur enn dreingirnir.
Kanningar vísa, at dreingir fáa fleiri lummapengar, forvinna meira í frítíðini, spara meira upp og eiga fleiri nýtsluvørur enn genturnar. Í at kalla øllum aldursbólkum eiga og fáa dreingir meira enn gentur.
Hetta vísa nýggj tøl í 'Børns Opvækst som Forbrugere' - ein bók frá "Forum for Reklameforskning" við Handilsháskúlan í Keypmannahavn, sum ikki er almannakunngjørd enn. Tølini eru grundað á donsk viðurskifti, men eru ivaleyst ikki so fjar frá okkara viðurskiftum heldur.
Fleiri lummapengar
Í aldursbólkinum fimm til sjey ár fáa dreingirnir góðar 73 krónur um mánaðin, meðan genturnar fáa einar 68 krónur í miðal. Sama myndin ger seg galdandi hjá teimum átta til tíggju ára gomlu, har munurin er einar 17 krónur, til dreingjanna fyrimun.
Hjá teimum 11-12 ára gomlu og teimum 13-15 ára gomlu er munurin á lummapengunum ávíkavist 28 og 34 krónur. Bara hjá teimum 16-18 ára gomlu fáa genturnar fleiri lummapengar - nevniliga 625 krónur í miðal, í mun til dreingjanna 608 krónur.
Dr. pæd. Birgitte Tufte frá Danmarks Pædagogiske Institut, sum granskar nýtsluna hjá børnum og ungfólki, sigur um tølini:
- Dreigirnir siga hvat teir vilja hava og seta fleiri krøv. Vi vita eisini at hugsan teirra hevur ávirkan, tá ið familjan skal keypa nýggjan bil til dømis.
- Men eg haldi eisini at tølini prógva at hjá nógvum er ein feril av gamlari siðvenju enn galdandi í familjunum. Vit skulu bara hálvtannað ættarlið aftur, tá tað var betur at fáa ein drong fyrst.
Sjónvarp og telda á dreingjakamarinum
Tá um ræður sjónvarp, video, teldu og aðrar nýtsluvørur á kamarinum, eru dreingirnir eisini betur fyri.
Miðlagranskarin Kirsten Drotner sigur í bókini 'Medier For Fremtiden', at 37 prosent av dreingjunum í aldursbólkinum seks-sjey hava egið sjónvarp á kamarinum, í mun til 25 prosent av gentunum. Hendan fyrimun varðveita teir allan barndómin.
30 prosent av dreingjunum hava teldu uttan fløguspælara á kamarinum, meðan hetta er veruleikin hjá 16 prosentum av gentunum. Teldu við fløguspælara hava 23 prosent av dreingjunum, í mun til átta prosent av gentunum.
Einastu økini har genturnar eru betur fyri, er í samband við telefonir, fløguspælarar og bandspælarar.
Nýtslan hjá gentum sjónligari
- Tað er ein gamal sannleiki, at gentur forvinna minni og hava eina øðrvísið nýtslu, sigur Kirsten Drotner.
- Nýtslan hjá gentunum er meira beinleiðis og sjónlig, so sum smyrsl, móti og líknandi, meðan nýtslan hjá dreingjum er meira langtíðarkend og fjald. Teir savna ofta pening saman til størri lutir. Nógv foreldur síggja allarhelst nýtsluna hjá gentunum sum marglæti og fjas, og tað hjá dreingjunum sum skilabetri, siger Kirsten Drotner.
Sambært Birgitte Tufte taka genturnar ímóti nýggju miðlunum á ein annan hátt enn dreingirnir. Tí koma krøvini til telduna og internetsambandið seinni enn hjá dreingjunum.
- Genturnar eru meira áhugaðar í at samskifta. So tá ið tær gerast varugar við, at tær kunnu nýta nýggju miðlarnar í gerandisdegnum - til dømis internetið at chatta við - fara tær at ynskja sær fast internetsamband. Dreingirnir ynskja sær teldur at royna seg á, sigur Birgitte Tufte.
Dreingir forvinna nógv
Áhugin fyri at forvinna pening er sum heild størri hjá dreingjum. Teir arbeiða fleiri tímar enn genturnar og forvinna eisini meira. Munurin er størstur í 16-18 ára aldrinum, tá genturnar forvinna í miðal 2663 krónur um mánaðin, í mun til 3105 krónur hjá dreingjunum.
Hetta er eisini orsøkin til at dreingirnir kunnu savna meira pening saman. Bara teir átta til tíggju ára gomlu dreingirnir savna færri pengar saman, í mun til vinkonurnar.
Bókin hjá Kirsten Drotner, 'Medier For Fremtiden', kom út á forlagnum Høst og Søns Forlag í 2001
Kelda: Forbrugerinformation