Claus Bech Jørgensen spældi ikki við, tá Blackpool leygardagin spældi javnleik í triðbestu ensku fótbóltsdeildini. Blackpool spældi á heimavølli ímóti Swansea, og liðini fingu eitt mál í part. Tað vóru tó spælarar hjá Blackpool, sum skoraðu bæði málini. Í fyrra hálvleiki gjørdi Dickinson sjálvmál, men sjey minuttir fyri tíð javnaði Vernon fyri Blackpool, sum liggur nummar 11 av 24 liðum í deildini. Blackpool hevur fingið 29 stig fyri 21 dystir higartil.