Klaksvíkingar standa sterkir um besta kvinnuliði hjá sær. Til hvønn dyst hjá Stjørnuni er KÍ-høllin so at siga full av hondbóltsáhugaðum klaksvíkingum, sum eru komnir fyri at rópa á sítt lið.
Dysturin móti føroyameistarunum úr Kyndli leygardagin var heldur einki undantak. Nærum 400 áskoðarar vóru til dystin, og hesir settu so sanniliga sín dám á løtuna.
Gekk javnt á
Stjørnin hevur vanliga eitt gott tak á Kyndli, og sambært venjaranum hjá Stjørnuni, Svein Rógva Nielsen, so er orsøkin til hetta einføld. Hann sigur við Sosialin, at tað er lætt at skipa verjuspælið, tá ið man spælir móti Kyndli, tí at føroyameistararnir spæla bert upp á »systemir«. Við hesum meinar hann við, at tær grønklæddu úr Havn nærum ongantíð gera nakað óvæntað í sínum álopsspæli, men ístaðin velja at brúka eitt av sínum mongu systemum.
Byrjanin av dystinum var rættuliga jøvn. Liðini fylgdust væl, og tað var ikki fyrr enn, at fyrri hálvleikur var væl og virðiliga hálvrunnin, at Kyndil fór frá Stjørnuni. Fyrri hálvleikur var hálvrunnin, tá ið tað stóð á jøvnum 7-7, men fimm minuttir seinni vóru gestirnir á odda 11-7.
Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki gekk aftur javnt á, og hálvleiksstøðan var 14-10 til Kyndil.
Serliga var tað Lotte Sørensen, sum spældi ein framúrskarandi fyrra hálvleik á Kyndlaliðnum, og hon skeyt ikki færri enn sjey mál fyri steðgin.
Dramatiskur
seinni hálvleikur
Tað var ikki sørt av dramatikki í seinna hálvleiki. Heimaliðið át seg spakuliga inn á Kyndil, og so við og við fór áskoðarafjøldin at kóka.
Samstundis kom gongd í Johonnu Mikkelsen í málinum hjá klaksvíkingum, og hon hevði fleiri heilt góðar bjargingar.
Um miðjan seinna hálvleik hendi eitt óhapp, sum førdi við sær, at dysturin varð steðgaður í einar tíggju minuttir. Joan M. Joensen hjá Stjørnuni leyp upp í skotroynd, men var óheppin, tá ið hon lendi og kom álvarsliga til skaða í knænum. Ikki var hugsingur um at flyta Joan av vøllinum, meðan bíðað varð eftir sjúkrabilinum, og tí gingu einir tíggju minuttir, áðrenn dysturin var settur í gongd aftur.
Hvussu álvarsligur skaðin hjá Joan er, vita vit ikki enn, men hann er álvarsligur, og hon verður løgd undir skurð fríggjadagin. Væntandi er tað krossbandið, sum hevur fingið skaða.
Stjørnan fór nú undir at mansverja Lotte Sørensen, og hetta kom at hava avgerandi ávirkan á dystin. Álopsspælið hjá Kyndli gekk nú rættuliga illa, og klaksvíksgentur fingu nú veruliga ferð á spælið hjá sær, væl stuðlaðar av einari fanatiskari áskoðarafjøld.
Tá ið seks minuttir eru eftir at leika, javnar Stjørnan til 23-23 fyri fyrstu ferð í dystinum. Men gleðin var stokkut, tí fýra minuttir seinni skorar Kyndil til 24-23, samstundis sum stórskjúttin hjá Stjørnuni, Annika Ljósstein, fær reyða kortið fyri triðju útvísingina. Men minuttin seinni fær liðskiparin hjá Kyndli, Jórun Ludvig, reyða kortið fyri sína triðju útvísing, og tá ið so Simona Hansen samstundis javnar til 24-24, er alt opið í seinastu sekundunum.
Einki mál kom tó aftrat í dystinum, hóast klaksvíkingar kendu seg snýttar fyri eitt mál í allarseinastu sekundunum, tá ið Jastrid Gullaksen skorar av strikuni, men verður dømd fyri yvirtraðk.
Dómarar mistu takið
Tað gjørdist rættuliga hektiskt móti endanum av dystinum, og tað hjálpti ikki um støðuna, at dómararnir, sum annars komu væl frá dystinum, mistu takið á dystinum hesa løtuna.
Kyndlakvinnurnar vóru rættuliga ónøgdar við onkra av útvísingunum hjá Jórun Ludvig, og tær mettu eisini, at dómararnir lótu seg ávirka av uppøstu áskoðarafjøldini.
Hinvegin var tað rættuliga løgið, at tá ið Stjørnan fær brotskast í øðrum minutti av seinna hálvleiki, og Kyndlaleikari fær útvísing, at dómararnir lata tíðina ganga í 45 sekund, meðan Kyndil skiftir málverja. Hetta ger so tað, at útvísti Kyndlaleikarin bert er uttan fyri í 1 minutt og 15 sekund, tí at 45 sekund av útvísingini eru farin til málverjabýtið?