Javnleikur í Sarpugerði

Fríska lotið darvaði spælinum í Gøtu, har GÍ og VB/Sumba býttu stigini millum sín í einum 2-2 javnleiki

Fótbóltur

 

GÍ hevði við einum sigri lagt seg á fjórða pláss í Formuladeildini, men misnýtti møguleikan. Hjá VB/Sumba er líkt til, at javnleikirnir framvegis eru ein plága. Eitt stig í hvørjum dysti tykist ikki at vera nokk til at sleppa undan niðurflytigini.

 

Vánaligt spæl

Ein skuldi næstan trúð, at leikararnir longu vóru farnir í summarfrí undan dystinum. Lítið skipað spæl var at finna, og dysturin var sum heild rótutur. Eitt rættiliga frískt lot lá gjøgnum dalin, og hetta tóktist at darva spælinum nakað.

Men tað var GÍ, ið legði bragdligast fyri. Longu um hálvan fyrra hálvleik vóru teir á odda 2-0. Fyrsta málið varð skorað eftir brotsspark í 7. minutti, sum Sam Jacobsen setti í netið.

Um hálvan fyrra hálvleik var tað Tomasz Sajdak, ið var framvið. Hans Pauli Petersen royndi seg við langskoti, VB/Sumba-málverjin hálvbjargaði, og fyrstur á bóltinum var pólverjin, sum lættliga skoraði til 2-0.

VB/Sumba gavst tó ikki so. Fáar minuttir undan hálvleikssteðginum fingu teir minkað um munin. Málið fall eftir eitt hornaspark, sum eingin rættiliga fekk tamarhald á. Tað fekk Dánjal Jóhan Joensen hinvegin, og setti bóltin í netið til hálvleiksstøðuna, 2-1 til GÍ

 

Næstan VB/Sumba

Frá byrjan í seinna hálvleiki, var tað sum eingin veruliga tordi at trýsta. Mesta spælið fyrigekk á miðjuni, og sama óskipaða spælið helt fram.

Men tá ið ein góður tími var leiktur, lá bólturin í netinum. VB/Sumba slapp í mótálop í høgru síðu, og innlegg varð sent innfyri málið til Birgir Jørgensen, sum lættliga javnaði til 2-2.

Eftir málið tóktist VB/Sumba at vera tað grammara liðið. Hetta var eisini síðsti møguleiki teirra at fáa ein góðan enda á fyrru hálvu av Formuladeildini. Móti endanum av dystinum fingu teir eisini tilspælt sær nakrar málmøguleikar, og serliga var tað ein málmøguleiki, ið burdi sitið í netinum. Eins og útjavnandi málið, kom Birgir Jørgensen at standa leysur frammanfyri GÍ-málinum. Men Gí-málverjin, Geza Turi, stórbjargaði skotinum hjá Birgir, sum stóð heldur undrandi yvir, at Geza fekk labbarnar á bóltin.

 

Hvørki GÍ ella VB/Sumba kann nýta eina stigið til tað stóra. GÍ hevði tørv á øllum trimum stigunum fyri at yvirhála HB á fjórða plássi, og tað sama hevði VB/Sumba fyri at yvirhála AB á næstaftasta plássi.

Liðini halda nú summarfrí á ávíkavist fimta og aftasta plássi.