Javnleikur var vónbrot

Verjuálitið hjá HB, Rasmus Nolsøe, var vonbrotin um, at tað ikki eydnaðist HB at vinna dystin í Vági sunnudagin.
- Vit fóru til Vágs eftir øllum trimum stigunum, tí vit høvdu brúk fyri teimum, og tað var skuffandi, at tað ikki eydanðist okkum at vinna, segði hann.
- VB/Sumba fekk eitt mál tíðliga í dystinum, og so kundu teir spæla verjuspæl restina av tíðini. Tað var sera trupult hjá okkum at spæla okkum til opnar kjansir, tí teir lógu so aftarliga og vardu við so nógvum spælarum.
Sunnudagin skal HB spæla seinasta dystin fyri summarsteðgin, og tá vitjar B68 í Gundadali.- Kravið hjá okkum til tann dystin er sera einfalt, vit skulu hava øll trý stigini, sigur Rasmus Nolsøe.