Hann sigur, at tað er kávalæti, at feminisman fremur kynsstríð kvinnum at gagni. Í veruleikanum er tað áhugamál hjá ávísum kvinnubólkum, og als ikki javnstøði, ið feministar stríðast fyri.
Kvinnan er ikki hjálparleys, sum feminisman vil vera við. Kvinnur er sterkar, og júst sum menn brúka tær teirra vald – við góðum ella við illum. Er hansara niðurstøða.
Hann sigur bart út: Eg ákæri feminismuna fyri at hava tikið monopol upp á at definera hugtakið javnstøði og at hava definerað tað skeivt. Eg ákæri feminismuna álvarsliga fyri at gera ov nógv av við trupulleikum og vandamálum, sum kvinnur fáa, og hinvegin miðvíst at tiga burtur ella avnokta fyrimunir, tær hava, tí tær eru kvinnur.
Hann vísir á, at í 95 procent førum, er tað kvinnan, ið vinnur, tá eini ikki-hjún klandrast um foreldrarættin hjá børnum.
Og at eingin á samfelagsplani rættiliga tímir at gera nakað við mannfólkasjúkur t.d. prostatakrabba, sum krevur 62 procent fleiri deyðsføll enn bróstkrabbi. Hóast hetta, er tað einans móti bróstkrabba, at fyribirgjandi screening verður framd.
Kvinnan livur í meðal fimm ár longri enn maðurin, men tað verður ikki viðgjørt sum eitt vandamál fyri javnstøðu. Um tað hevði verið kvinnan, ið livdi fimm ár styttri enn maðurin, hevði tað óivað verið ført fram sum órættvíst, og sum skjótast gjørligt skuldi verið bøtt um við neyðugum, serstøkum tiltøkum í heilsuverkinum og við medicinskari grannsking.
Í lógini um revsing fyri harðskap í heimum (í Svøríki/hm) er tað tilskilað, at tað er maðurin, sum slær kvinnuna, ið skal revsast, og ikki tað øvugta.
Tá menn frá náttúru hond eru meira kappingarmerktir, meira vágafúsir og duga betri at fokusera, er tað kanska ikki so løgið, at teir eru heppnari í karrieruni, og tí hava teir yvirlutan í stjórakorridorunum.
Biologisk hava ógvuliga intelligentir og óintelligentir menn meirilutan. Tað er tessvegna ikki løgið, at menn eru í meiriluta millum nobelprísvinnarar.
Kvinnur eru sterkar, smartar og maktfullar og føra kynsstríð til egnan fyrimun – krógvað undir fyribrigdinum javnstøði.
Í Svøríki merkir javnstøði reelt altíð bara fleiri fyrimunir til kvinnuna, vil Pär Ström vera við.
Fólk takka mær fyri, at eg tori at siga tað, sum fólk hugsa, men ikki tora at siga, sigur Pär Ström.
Viðmerking frá undirritaða: Fyri nógvum árum síðani kom feminisman í mótvind. Ræðslan og andstygdin hjá rithøvundanum Stefan Zweig fyri rúgvu-ideologium (ismum), sum lemjandi hevði merkt hansara tilveru (eins og hjá so mongum øðrum), og sum var orsøkin til, at hann tók lívið av sær, setti sjálvandi síni spor.
Tann nýggja kvinnurørslan (javnstøði), um okkara leiðir tykist at hava viðrák, men hví hon skal stuðlast við skattaborgaranna peningi, er tað ikki øll, ið skilja. Tað mátti verið nóg mikið, at javnstøðið verður vart við lógum, har tað er neyðugt, og annars við mannsømiligari virðing hvør móti øðrum.
Eitt nú at seta fólk í størv v. m. eigur ikki at verða gjørt við atliti at kyni og trúgv. Har má tað vera skúli, kvalifikatión, event. útbúgving, karaktereginleikar (samstarv, reinlindi), kreativitetur, ið gera munin. Kyn og trúgv og politiskur litur eiga generelt ongantíð at ávirka starvsseting. Slík nepotisma er sera ódámlig og skaðilig.