Aftur síggja vit Progressiva KVF stýra kjaki um fosturtøku.
Ikki eitt orð var tala um javnstøðu á Radarunum. Hvussu ólukkan skal mann taka kjaki um Javnstøðu seriøst tá kjaki er so einsíðis, eingin kann taka kjakið seriøst tá tit pressa tykkara egna sjónarmið fram og doyva rættin hjá mannfólki.
Og aftaná KVF rennur Javnstøðunevndin, hon arbeiðir fyri øllum uttan javnrættindi. Javnstøðunevndin er ein joke, hon arbeiðir bara fyri serrættindum, vit eru farin so langt við orðinum "Javnstøða" at Málráðið má ávorligt fara at umhugsa at skifta merkingina frá javnrættindi og yvir til serrættindir.
Eingin skal billa mær inn at tað ikki er sexistiskt at frávelja fólk grunda á teirra kyn, og tað er akkurát tað kynskvotur eru, Sexistiskar, og øll tey í taka undir við slíkum kvotum eru Sexistar og Rasistar tá tað kemur til rasukvotur sum hava vunnið frama uttanlands.
Tað er ótrúligt at slíkt hevur vunnið seg framm, fólk eru blivin so radikaliseraði at tey við góðari samvitsku blaka umsóknir hjá hvítum monnum í skrell grunda á teirra húðarlit og kyn. Tað kenna vit frá BBC.
Mann skuldi trúð at tá tey svørtu fólkini í USA fingu við lóg somu rættindi sum tey hvítu at mann var givin við slíkum órættvísum lógum, men so er ikki, nú er tað fari yvir gevind har mann aftur byrjar at gera missmun á fólki við lóg, hesuferð er tað tann hvíti maðurin og summun førum eisin tær hvítu kvinnurnar.
Mann nýtist ikki at hava eina dýra nevnd at tryggja øllum javnrættindi, hyggja vit eftir grannum okkara, so sær tað ikki mætari út at tann sokallaða Javnstøðunevndin vit hava, hevur í mong ár arbeitt í móti slíkum ørskapi, næst á skrá hjá teimum verur óivað framíhjárættindi til etnisku minnilutarnar.
Koyr hasa serrættarnevndina í søgubókina so kann Ruth skava teir pengarnar til fíggjarliga haldføri.
Og eitt afturat, hvat hugsar politikkarin fyri sær? Europa hevur aldrin sum fyrr mangla so nógv børn sum nú, og tit fara beint í somu fellu sum evropeisku londini eru komin í. Nei politikkarin gerð tað hann dugir best, og tað er at tryggja seg sjálvan, pensjón á 60 ára aldri, so hevur hann einki at vera bangin fyri restina av lívinum.
Einasta mann skal gera er at avtaka serrættindi hjá teimum og avtaka pensjónina hjá øllum teimum sum hava og sita í Løgtinginum, teir kunnu saktans liva av eini pensjón sum vit øll onnur fáa. Tað kann vera 110% av hvat ein arbeiðari hevði fingið.
Ikki fyrrenn tá fara vit at síggja broytingarnar og politikk sum arbeiðir ímóti at framtíðar tryggja Føroyar fyri føroyingar.
Fyrst og fremst skal burðaravlopi tryggjast og ungdómurin upplýsast um at familju lív er meira umráðandi enn karriera.
At avtaka skattskylduna hjá kvinnum við fleiri enn 4 børnum er ein góð byrjan, tað skuldi dýra pensjónsskipanin og koyristuðulin dekka ein part fyri
Hans Marius E. Høgnesen.