Ójavnur nátamarknaður

Tað er ymiskt, sum tað hevur ligið fyri hjá monnum at sleppa av við náta, og onkur vil vera við, at marknaðurin er versnaður eftir at Norðoyatunnilin lat upp.

Veðrið fyrrapartin av nátatíðindi hildnaðist sera væl. Tað var góðveður hvønn dag, og fleiri bátar gjørdu sær dælt av hesum.
Nógv hevur verið frammi um hvalbingarnar, sum høvdu gjørt seg út við reinsingarbingju, og stimaðu út frá Hvannasundi við skjóttgangandi bátum. Óváttað tíðindi vilja vera við, at teir skulu hava tikið upp móti 5.000 nátar.
Aðrir hava stimað eftir meira traditionellum mynstri. Bátar úr Havn, Nólsoy og Skálafjørðinum hava gjarna einar tveir til tríggjar tímar norður á Svínoyarvík, og t´ða sigur tað seg sjálvt, at dagarnir gerast langir.
Vit spurdu okkum fyri á sølutorginum í Vágsbotni, hvussu sølan hevði verið, og tað vísir seg at ójavnt hevur gingið.
- Onkran dag hevur gingið væl, aðrar verri. Tað kemur eisini ann upp á, hvar tú stendur. Stendur tú við fyrsta sølubonkin eru líkindini fyri at sleppa av við fuglin so ógvuliga nógv betri, enn um tú stendur aftast, sigur nátamaður.
Onkur vil vera við, at marknaðurin í Havn er versnaður nógv, síðani Norðoyatunnilin lat upp, tí nú kemur so nógvur fuglur norðanífrá á marknaðin í Havn.
Fyrstu nátarnir, ið komu á marknaðin, vórðu til sølu fyri 100 krónur stykkið, men skjótt fall prísurin niður í 70 krónur áðrenn hann endaði á 60 krónum fyri nátan.
Menn hava lokkað við saltaðum, ílidnum nátum, feskum og nú eisini skrædlaðum nátum.
Men nú man fara at líða við nátum, tí seinastu dagarnar hevur verið fitt av vindi, og hóast tað ikki er farið av allari tíð enn, so krevur tað ein dag við stilli, skulu nátarnir ikki fara á flog, nú so langt er útliðið.