Jeffrei Henriksen og nýføroyskt esperanto

Regin Eikhólm

Í mikudags-Sosialinum hevur Jeffrei Henriksen eina viðmerking til grein hjá mær í mánadags-Sosialinum, har hann  móti betri vitandi  velur at javnstilla hugtøkini esperanto og nýføroyskt esperanto.
Sum flestu kunnugt er esperanto eitt konstruerað mál til altjóða nýtslu, gjørt av pólsk-jødiska læknanum L. Zamenhof í 1887. Felags fyri esperanto og nýføroyskt esperanto er, at bæði eru konstruerað. Størsti munurin hinvegin er, at esperanto góðtekur øll millumtjóða orð, meðan nýføroyskt esperanto ikki góðtekur millumtjóða orð. Tann sum ynskir at vita meir um nýføroyskt esperanto er vælkomin at lesa greinina.

E.S. Danskt hoyrir eisini upp í indo-europæisku málættina saman við stórum parti av Europa, India og mest alt Amerika v.m.