Á tí kenda Jellingsteininum í Jyllandi stendur, at Haraldur Blátonn kongur kristnaði danir umleið ár 950, og tað hevur verið almenn uppfatan í danskari søgu higartil. Men í útgrevstri í Ribe í Suðurjyllandi eru fornfrøðingar komnir fram á tekin um, at danir vóru kristnir longu um ár 800 ella eini 150 ár fyrr enn higartil hildið.
Brian McGuire, sum er serfrøðingur í miðaldarsøgu, sigur við Politiken, at hann er als ikki ovfarin av avdúkingini. Hann sigur, at tað er burturvið at halda, at ein einsamallur kongur kundi gera danir kristnar bara við einari politiskari avgerð.
Ein annar søgumaður, Hans Ole Matthiesen, heldur kortini ikki, at tað ber til at siga, at einki hald er í tí, sum stendur á Jellingsteininum.
-Vit hava leingi vitað, at tað vórðu fleiri átøk gjørd til at kristna danir. Eitt nú fekk Ansgar loyvi til at byggja tríggjar kirkjur umleið 820. Tað, sum Haraldur Blátonn gjørdi, var at gera teimum treiskastu í Jyllandi greitt, at hann var kongur í øllum Danmark, og at tíðin nú var komin til at leggja Óðin og Tór til viks og taka við kristnari trúgv ístaðin fyri, sigur Hans Ole Matthiesen við Politiken.