Í frágreiðingini fortelur Jenis av Rana, at út móti seksti fólk høvdu leitað sær norður til fundar.
– Harímillum vóru nógv nýggj andlit at síggja, skrivar Jenis av Rana.
Hann sigur, at kjakið var lívligt, hugaligt og frameftirlítandi – uttan tó at nevna, hvat tey hava kjakast um.
Men løgtingsmenninir, Stefan Klein Poulsen og Bill Justinussen, greiddu frá løgtingsarbeiðinum og formaðurin, Jenis av Rana, frá arbeiðinum sum landsstýrismaður.
– Fundarfólkið fegnaðist um avrik floksins í samgonguni og eggjaðu politikarunum at halda á við stríðnum at tryggja øllum føroyingum tíðarhóskandi bústað og virðiligar sosialar umstøður. Dentur varð lagdur á týdningin av tryggum útbúgvingarmøguleikum, og harmast varð um ótryggleikan, ið mong siga frá á barnaverndarøkinum, sigur Jenis av Rana.
Og formaður Miðfloksins greiðir víðari frá, at vána støðan, ið botnfiskaflotin er staddur í, fekk eisini rúmd, og at ein loysn av trupulleikanum varð umrødd.
Jenis av Rana skrivar eisini, at landsfundurin hjá Miðflokkinum fegnaðist um sendistovuna í Ísrael og góðu og styrktu støðu Føroya á uttanríkispolitiska økinum.
Og sambært formanni Miðfloksins, so greiddi formaður teirra ungu í Miðflokkinum, Aksel Berg, frá »ovurstóra týdninginum Miðflokkurin hevur í føroyskum politikki«, og hann eggjaði ungum at gerast aktivir luttakarar í samfelagsligu menningini.
Nevndarval var á skránni, í nýggju nevndini sita:
Mia av Kák Joensen,
Aksel Berg
Danjal av Rana
Rani Skaalum
Fimmbogi Poulsen
Jenis av Rana