Jenis av Rana grætur rossatár um arbeiðsleys

ÓHOYRT Hevði Jenis av Rana slíka umsorgan fyri teimum veiku, skuldi hann heldur havt steðgað flatskattinum enn at koma nú at leggjast á ALS, sigur Ingeborg Vinther, stýrislimur í ALS

- Tá ið Jenis av Rana nú er farin at gráta um tey arbeiðsleysu, er hetta ikki annað enn rossatár.
Tað heldur Ingeborg Vinther, limur í stýrinum fyri ALS.
Hon heldur ómetaliga lítið um, at Jenis av Rana vil hava Løgtingið at taka stýrið fyri ALS av ræði.
Eftir samráðingar í næstan eitt ár, er stýrið fyri ALS komið til semju um, at hækka inngjaldið og at lækka útgjaldið og at seta bíðitíð í gildi sum ber í sær, at arbeiðsleys fáa ikki útgjald 10 teir fyrstu dagarnar, tey eru arbeiðsleys.
Men hetta vildir Jenis av Rana ikki góðtaki og hann kravdi av samgonguni, at hon tók stýrið av ræðið og læt vera við at skerja ALS.
Annars hótti hann við at siga siga samgonguni
Har fekk Miðflokkurin ikki sín vilja.
Men Jenis av Rana hevur fingið lyfti frá samgonguni um, at í heyst skal samgongan gera ábøtur á skipanina og tí verður Miðflokkurin verandi í samgonguni.

Stórur skaði
Hetta hóvar Ingeborg Vinther illa.
- Hevði Jenis slíka umsorgan fyri teimum veiku í samfelagnum, skuldi hann heldur havt lagt seg tvøran og sagt seg úr samgonguni tá ið flatskatturin varð samtyktur og pensjónirnar skattaðar við inngjald.
- Tað var til stóran skaða fyri tey minni mentu, sum missa einar 1500 krónur um mánaðin í eftirløn.
- Hjá teimum, sum vilja verja tey minni mentu, hevði tað sømt seg betri hjá teimum, at sett samgonguna í veð tá.
Men tað gjørdi Jenis av Rana ikki. Heldur atkvøddi hann saman við samgonguni og syrgdi fyri at geva sær sjálvum og øðrum vælbjargaðum ein stóran skattalætta.
Samstundis skulu politikarar ikki sjálvir rinda til sína egnu pensjón. Harafturat skulu teir bara rinda 35% í skatti av pensjónini, ímeðan vanlig fólk rinda 40% í skatti, av inngjaldinum.
- Ingeborg Vinther sigur, at tí kann hon illa taka hetta fyri fult longur.

Fingrarnar burtur
Hon staðfestir eisini, at Stýrið fyri ALS hevur tvíhildið um, at Løgtingið skal halda fingrarnar burtur frá ALS.
Hetta hava fakfeløgini verið samd um.
- Fakfeløg hava meiri enn einaferð gjørt greitt, at rørir Løgtingið ALS, verður aðalverkfall í stundini.
- Tí heldur hon, at tað er átaluvert, at politikarar nú krevja, at Løgtingið skal taka stýrið av ræði.
Men tað undrar hana enn meiri at fakfeløg koma kropp av kroppi og heita á Løgtingið um at skúgva stýrið fyri ALS til viks.
- Vit hava alla tíðina hildið fast um, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum eiga ALS og tað eru teir, sum skulu stýra ALS, tí tað eru arbeiðsgevarar og løntakarar, sum gjalda ALS.
Ingeborg Vinther sigur, at í stýrinum í ALS eru tey noydd at síggja veruleikan í eyguni.
Og hann er, at verður skipanin ikki skerd, er kassin tómur um tvey ár.
- Tað mugu vit taka fyri fult, tí tømist kassin, er ikki ein króna til tey arbeiðsleysu.
Ingeborg Vinther vil heldur ikki hoyra talan um, at ALS skal taka lán.
- Lán skulu rindast aftur og lána vit pengar, verða tað lánveitarin, sum setir treytirnar og ta støðu vil ALS ikki koma í.
- Teirri støðu var ALS í einaferð og ta støðu vil eg ikki koma í aftur, staðfestir hon.
Ingeborg Vinther heldur, at tað er ómetaliga álvarsligt, at politikarar og fakfeløg nú royna at fáa Løgtingið at taka ALS stýrið av ræði.
- Tað er eitt misálit á stýrið og tað kann fáa ta avleiðing, at stýrið blakar frá sær. Eg ivist í um tey vita, hvat tey gera. Sleppur Løgtingið fyrst framat ALS einaferð, er vandi fyri, at tað verður afturvendandi, so áðrenn vit vita av, hevur Løgtingið yvirtikið ALS.
- Eg ivist stórliga í um tað fer at gagna teimum arbeiðsleysu, sigur Ingeborg Vinther.
Les eisini greinina: Miðflokkurin fer ikki úr samgonguni