Jenis av Rana hevur ikki gjørt sum løgmaður bað hann gera

Nú skal løgmaður svara upp á, hvat hann ger við tað

Nú eru meiri enn níggju mánaðir síðani, at barsilslógin varð broytt, soleiðis at sammøður fingu sama rætt til børnini, sum móðurin ið hevur átt barnið. Tað merkir, at sammøður eru sammettar við pápan.

Men enn er spurningurin ikki avgreiddur um, hvønn rætt móður, og sammóður hava til at navngeva børnini. Mitt í august staðfesti landsstýrismaðurin, sum varar av barsilsskipanini og navnalógini, Magnus Rasmussen, at sammøður hava sama rætt at navngeva børnini, sum øll onnur foreldur. Tað merkir, at børnini kunnu fáa eftirnavnið á sammóður síni.

 

Les meiri her: Sammøður hava akkurát sama rætt sum øll onnur foreldur

 

Men tann rættin hava sammøðurnar kortini ikki fingið enn, tí Jógvan Fríðrikson, biskupur, vil ikki geva prestunum kring landið heimild til at broyta reglurnar um nøvn í kirkjubókunum, fyrrenn hann hevur fingið boð um tað frá ovasta myndugleikanum í kirkjuni, nevniliga Jenisi av Rana, landsstýrismanni í kirkjumálum. Í hvussu so er hava prestarnir eingi boð fingið, tað vátta prestar fyri okkum.

 

Tann 7. septembur staðfestir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður annars, at tað er Magnus Rasmussen, sum umsitur barsilsskipanina og navnalógina, og sum sostatt hevur rættin at gera av, hvussu hon skal tulkast. Og hann leggur afturat, at hann tekur sum givið, at Jenis av Rana fylgir hesi tulkingini.

 

Les eisini: Magnus Rasmussen sker ígjøgnum og gevur greið boð

 

Men hóast hendan tíðin er farin, hava prestarnir ikki enn fingið boð frá Jenisi av Rana  um at børn kunnu verða førd í kirkjubókina við navninum á sammóður síni. Og nú skal Løgmaður so greiða frá, hvat hann ætlar at gera við tað.

 

Tað er Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum reisur málið enn einaferð. Í hesum sambandi spyr hon løgmann um hann heldur, at tað er virðiligt, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum drálar við at geva fólkakirkjuni formlig boð um, at prestar skulu kunna skráseta børn hjá sammøðrum, soleiðis sum tulkingin hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum staðfestir.

 

Hon spyr eisini um løgmaður, sum hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum, ætlar at gera nakað við tað, at Jenis av Rana ikki hevur givið fólkakirkjuni boð um at broyta hesi viðurskiftini. Løgmaður skal svara spurninginum í seinasta lagi fyrst í næsta mánað.

 

Jenis av Rana hevur ført fram, at Umhvørvisstovan, sum er tann stovnurin, sum umsitur navnalógina, er komin til tað niðurstøðuna, at tað er eisini neyðugt at broyta navnalógina fyri at børn kunnu fáa navnið á sammóður síni.

 

Les eisini: Tí kunnu børn ikki fáa navnið á sammóður síni

 

Hetta er, hóast bæði løgmaður, og landsstýrismaðurin á økinum, Magnus Rasmussen, hava boðað frá, at lógin skal skiljast soleiðis, at børn kunnu fáa sama rætt sum øll onnur foreldur. Vit hava, bæði í gjár, og í morgun, roynt at fáa eina viðmerking frá Jenisi av Rana, og frá biskupi, men hvørgin teirra hevur svarað telefonini