Jenis farin í farloyvi

Formaðurin í Miðflokkinum er farin á ST aðalfund

Tá ið tingfundur verður í dag, mikudagin 18. september, klokkan 10, verður formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, ikki í tinghúsinum.

Týskvøldið kunnaði Miðflokkurin um, at formaðurin hevur biðið tingið um farloyvi. Orsøkin er tann, at Jenis av Rana fram til 8. oktober verður í New York, har hann sum føroyska umboðið í donsku nevndini fer at taka lut á ST aðalfundinum.

Á løgtingsvalinum 29. oktober 2011 vann Miðflokkurin tvey umboð – Jenis av Rana, 434 atkvøður, og Bill Justinussen, 428 atkvøður. Triði maður á listanum var Karsten Hansen, sum fekk 416 atkvøður. Hann er landsstýrismaður, og tí verður tað hann, sum fekk fjórði flestar atkvøður, sum nú fer at avloysa Jenis av Rana. Tað er Vinjard Johansen. Hann fekk 110 atkvøðurá løgtingsvalinum fyri tveimum árum síðani.

Vinjard Johansen tekur sæti á tingfundinum fyrrapartin mikudagin.