Teir heilsa høvisliga og smílandi upp á hvønn annan, tá ið teir hittast inni á gólvinum í Miðlahúsinum í Vágsbotni hetta mikukvøldið.
Punkarin og politikarin duga báðir fólkaskikk, hóast teir hava ymiskar meiningar um lívsins viðurskifti.
Niels Arge Galán er oddamaður í punkbólkinum 200, sum seinastu vikurnar hevur ligið ovast á 15 teimum bestu við sanginum um Muscleman-blaðið.
Jenis av Rana er formaður í Miðflokkinum, sum rættiliga stendur fyri skotum í sangunum hjá 200.
»Jenis sær út sum ein helvitis banditt« og »kanska umboðar Miðflokkurin tað ónda«, syngur 200 í sanginum MF 666.
Men hvat heldur Jenis um teir musikalsku spreingiknøttarnar, sum 200 tveitir eftir honum, og hvat vil 200 við teimum speirekandi tekstunum.
Planet.fo setti sær fyri at lodda dýpið og setti Niels Arge Galán og Jenis av Rana yvir av hvørjum øðrum til eitt prát um tónleikin hjá 200.
Jenis og 200 kundu farið á turné saman
Jenis, hvat heldur tú um 200?
? Eg trúgvi, at um teir sungu kærleikan til Jesus, so høvdu vit sikkurt turnerað saman.
Niels, hvat heldur tú um Miðflokkin?
? Eg fari at brúka sama leist sum Jenis, tí um Jenis var líka tolerantur mótvegis øllum lívsstílum, so høvdu vit nokk gjørt sangir til frama fyri Miðflokkinum, og kanska høvdu vit enntá turnerað saman.
Jenis, hvat dámar tær við 200?
? Mær dámar ótrúliga væl menniskju, sum gera nakað við tað. Fólk, sum hava eina sannføring og sum stríðast fyri henni.
Hvat dámar tær ikki við 200?
? Eg vildi bara ynskt, at tað, sum teir vóru ídnir fyri, vóru teir ídnir fyri við skili. Eg haldi ikki, at teir brúka síni talentir nóg væl. Til dømis haldi eg, at Niels syngur betur, enn hann letur okkum hoyra í tónleikinum hjá 200. Og tekstirnir haldi eg kundu verið penari. Tað hevði vart longri og komið eitt sindur víðari, um teir vóru meira poleraðir.
Niels, hvat dámar tær við Miðflokkinum?
? Mær dámar væl, at teir eru ein fullveldisflokkur í hesum døgum, tá ið fullveldisflokkarnir kunnu teljast á tveimum fingrum.
Hvat dámar tær ikki við Miðflokkinum?
? Mær dámar ikki, at teir blanda átrúnað og politikk saman. Átrúnaður snýr seg um tað, sum tú hevur í tínum hjarta og ert sum menniskja, meðan politikkur snýr seg um við lóg at smíða eitt samfelag. Og ein tulking av demokrati handlar um at gera lívið so gott sum møguligt fyri so nógv sum møguligt.
Muscleman-blaðið er ikki stuttligt
200 argar fólk við sínum bersøgnu og stundum provokerandi tekstum. Men hvat er orsøkin til hesar tekstir, Niels?
? Vit í 200 ganga høgt upp í at gera tingini gjøgnumførd. Tekstirnir og mátin, vit siga tingini, er ein reflektión av tónleikinum hjá okkum. Tónleikurin er ráur, nakin og einkultur, og tí hóskar tað seg væl at siga tingini eitt sindur ófantaliga, beint fram, onkuntíð á ein stuttligan hátt og ikki balla tingini for nógv inn. Og innihaldið í tekstunum er sum tað er, tí tað avspeglar tað, sum upptekur okkum í bólkinum.
Jenis, hvat heldur tú um at blíva argaður av 200?
? Eg leggi einki í, at eg blívi argaður. Fólk, sum kenna meg, undrast ofta á, hví eg bara flenni, tá ið onnur kanska vildu blivið ill. Og tekstirnir hjá 200 røra meg sum so ikki. Men tann eini sangurin hjá 200 fer longur enn bara at arga. Tað er hasin sangurin um Muscleman-blaðið, har teir syngja um ein løgtingsmann, sum eisini er lækni. Hóast teir ikki nevna meg við navni, so er lítið at ivast í, hvønn hasin sangurin handlar um.
? Har haldi eg, at teir eru farnir ov langt. Hinir sangirnir hjá 200 eru stuttligir, men har er tað ikki stuttligt meir. Eg haldi, at man skal virða fólk, sum fara upp í politikk, tí tað kostar nakað, og ein slíkur sangur kann gera tað, at fólk siga, at um tað kostar so nógv at verða við í politikki, so mugu vit heldur ansa eftir.
? Tí eri eg ikki glaður fyri handan sangin. Hann fer ov langt. Eg eri ikki illur inn á 200 fyri orsaka av sanginum, men eg eri eitt sindur keddur um, at Útvarpið og Sjónvarpið spæla sangin. Tað er ikki stuttligt fyri tey, sum varða av, at hoyra slíkt. Og tað er ein vandi fyri demokratiið, at mann kann verða hongdur so rátt og brutalt út.
Sangurin tilvitað langt úti
Sangurin hjá 200 um Muscleman-blaðið hevur seinastu vikurnar verið best umtókti sangurin á 15 teimum bestu.
Ongastaðni í sanginum verður Jenis av Rana nevndur við navni, men sangurin snýr seg um ein løgtingsmann, sum eisini er lækni, og 200 rør fram undir, at hesin politikari, sum vil hava Føroyar fríar fyri samkynd, sjálvur er samkyndur og lesur bløð við hálvnaknum monnum. 200 syngur millum annað soleiðis:
»Á løgtingi situr ein vemmiligur maður/hann heldur, at Føroyar skulu vera bøssafríar, baby/Tað, sum man sigur, er man næstan altíð sjálvur/situr har og lesur sítt Muscleman-blað«
Niels, er Muscleman-blaðið ein sangur, sum fer ov langt ? eisini mótvegis Jenis og Miðflokkinum?
? Hatta er ein øgiliga frekur sangur. Og tað er øgiliga tilvitað, at einki navn er nevnt, so at mann ikki skal særa óneyðugt. Kanska hava nokk so nógv fólk fingið eina idé um, at sangurin handlar um ein ávísan persón, men tá ið tú gert ein slíkan karikatur og fer langt út um mark og ger tað so langt úti, at eingin kann trúgva upp á tað, so haldi eg, at tað blívur meira óskyldugt.
? Tann sangurin er so grovur, at eingin kann taka hann seriøst. Eingin heldur, at hatta passar. Tað hevði verið verri, um mann segði okkurt, sum var minni grovt, sum fólk kundu funnið at trúð. Tað er við vilja, at vit eru farnir so langt út við tí sanginum. Eg veit, at tað er frekt, og eg veit, at tað er ljótt, og eg hevði eisini verið keddur, um eg føldi meg raktan av einum slíkum sangi. Men samanumtikið er hasin sangurin so langt úti, at eingin kann trúgva honum.
200 vendir tingini á høvdið
Ein annar av sangunum hjá 200 snýr seg um, at Miðflokkurin á seinasta vali fekk 666 atkvøður í Havn. Júst 666 ímyndar tað ónda í Opinberingini, og í hesum sangi syngur 200 millum annað:
»Jenis sær út sum ein helvitis banditt« og »kanska umboðar Miðflokkurin tað ónda«.
Hesum sanginum verður Jenis av Rana ikki stoyttur av.
? Longu valkvøldið var tað júst hetta, sum øll tosaðu um, tá ið eg kom í Norðurlandahúsið, og tað ger einki. Í fínteljingini tveir dagar seinni fingu vit tvær atkvøður afturat, men júst valkvøldið fingu vit 666, og tað varð tað grinið nógv eftir.
Niels, hvat er hugkotið við hesum og hinum tekstunum hjá tykkum?
? Vit royna at venda tingini eitt sindur á høvdið, og á tann hátt lata fólk síggja okkurt frá einum nýggjum vinkli. Nógv fólk eru bara líkasæl, so tað er tiltrongt, at onkur sigur okkurt, og summi fólk halda okkum verða djarvar, tí vit syngja soleiðis.
Tit leggja í tykkara tekstum upp til, at Jenis og Miðflokkurin skulu verða meira tolerant mótvegis samkyntum. Men røkkur tykkara toleransa ikki til Miðflokkin og teirra meiningar?
? Ein maður segði einaferð, at tú skalt ikki vera so tolerantur, at tú tolererar tey intolerantu. Miðflokkurin er intolerantur ímóti samkyndum, og Miðflokkurin brúkar samvitskuna og fordómarnar hjá fólki til at vinna sær vald. Teir brúka ein minniluta í samfelagnum, sum ikki er væl fyri, til at koma fram.
? Demokrati snýr seg um at gera umstøðurnar so góðar sum gjørligt fyri so nógv fólk sum gjørligt, og tað snýr seg ikki um at byggja eitt samfelag út frá persónligum sjónarmiðum.
Ósamdir um samkynd
Jenis, hví hevur Miðflokkurin ilt við at tolerera tey samkyndu?
? Tann, sum hevur sagt, at mann ikki skal tolerera tey intolerantu, hevur einki skilt, tí hatta avmonterar sjálvt tolsemi.
? Tað er ein skeivur pástandur at siga, at Miðflokkurin er úti eftir teimum homoseksuellu. Vit eru ongantíð farin út av okkum sjálvum fyri at siga nakað niðursetandi um tey homoseksuellu, men tá ið vit eru spurdur av fjølmiðlum um tey homoseksuellu, so hava vit svara. Eg skuldi verið tann fyrsti at mótmælt, um onkur forfylgdi teimum homoseksuellu.
? Men Bíblian er grundin undir øllum tí, sum vit gera, og Bíblian hevur sína greiðu hugsan um tey homoseksuellu, og tí vilja vit fegin hjálpa teimum.
Niels, hvat sigur tú til hetta?
? Eg haldi ikki, at tað passar, at Jenis ongantíð hevur tosað niðrandi um tey samkyndu. Til dømis hevur hann konsekvent brúkt orðið kynsvillingar um tey, og tað er eitt niðrandi orð, sum fólk verða stoytt av.
Jenis, tú hevur ikki brúkt orðið kynsvillingur í kvøld. Hví tað?
? Eg havi brúkt orðið homoseksuell. Eg brúkti orðið kynsvillingur, tí tað stóð í orðabókini ? bæði teirri fyrstu og teirri nýggjastu. Eg varð gjørdur varugur við, at fólk tóku hetta illa upp, og tað er langt síðani, at eg brúkti tað orðið seinast.
Kjakið millum Niels og Jenis helt fram eftir hetta, og hóast teir dúgliga argumenteraðu fyri sínum sjónarmiðum, gjørdust teir ikki samdir um tey samkyndu.
Men tað skuldu teir heldur ikki verða.
Prátið var alla tíðina hampuligt og siðiligt, og eftir tíma við borðið vórðu teir sendir út í lýggja summarveðrið at verða avmyndaðir ? tveir ósamdir mans á einari mynd.
- - -
Niels Arge Galán
28 ár
Grafikari og tónleikari
Føddur í Gentofte
Búsitandi í Hoyvík
Jenis av Rana
52 ár
Kommunulækni og politikari
Føddur í Trongisvági
Búsitandi í Havn