Jenis skapar ØSING ímillum føroyingar ..!

Jenis av Rana skapar øsing ímillum føroyingar við oddagrein í Sosialinum: Vil hava striptease ólogligt í Føroyum. Hann sipar til, at í Íslandi hava tey longu eina lóg, sum bannar striptease, tí striptease skal føra til skøkjulevnað.

Fyri tað fyrsta, so vil Jenis av Rana bert hava uppmerksamheit frá fjølmiðlunum, og tað fær hann eisini. Og fyri tað næsta, so er tað ongin universal lóg, ið sigur, at striptease automatiskt førir til skøkjulevnað. Skøkulevnaður hevur altíð verið kring allan heim, og kemur helst eisini altíð at vera tað.
At skipa verður fyri Striptease kring Føroyum er bara at frøast um, um tú spyr meg. Tað skapar eina gleði ímillum mannamúgvur, og tey sum fara til slík støð, fáa als ongan skaða av at síggja eina boppu, ella tað sum “verri” er. Og tá tað so er sagt, so er tað ógvuliga sjálvda, at striptease er í Føroyum – eg vildi kanska sagt, at alt ov sjálvdan.

Forðingar skapa ØSING - ikki LOYSNIR ..!
Og so kann man spyrja seg sjálvan: Hví skal alt bannast við lóg í Føroyum - ella hjá Jenisi ..? Halda tit virkuliga tað, at tað førir til nakað gott, at man bannar striptease við lóg ..? Um tað verður bannað við lóg, so verður tað kanska meira “Underground Striptease”, sum møguliga er nógv stuttligari enn “vanligt striptease”, sum plagar at vera í Club 700, Rex og aðra staðnis. At seta ymiskar forðingar fyri, at striptease er í Føroyum skapar bert øsing og tænir ongum endamálið. Jenis nýtist ikki at vera bangin fyri striptease álíkavæl, tí um honum ikki dámar striptease, so havi eg eina loysn til hansara: Lat for fanin verða við, at fara í slík støð, Jenis ..!
Sjálvur haldi eg, at onki í verðini er so vakurt, sum tann nakni kvinnukroppurin og sjálvandi skal ikki setast ein lóg, sum bannar striptease í Føroyum. Tað kann væl vera, at Jenis ikki heldur hetta vera sømiligt, at hava tað í Føroyum, men hann gongur nú heldur ikki í slík støð, har slíkt hendir – so tað sum eygað ikki sær, tað fær tað heldur ikki ilt av, ikki sannheit ..?

Munur á einari Horu og einum Strippara
Men tað er also munur at vera ein strippari og at vera ein hora*. Ein hora tekur pengar frá tær, um tú skalt hava eitt lítið frá henni, og tað er ólógligt í Føroyum. Har afturat, so má ein ordna fyri einum Horuhúsi, saman við nøkrum “Pimps” og einari “Bordel-Mutter”, so tað er ikki bara bara, at fara í holt við skøkjulevnað í Føroyum. Ein strippari tekur pengar fyri at strippa og henni sleppur tú ikki eingong at nerta við. Tú sleppur also bert at hyggja eftir kvinnuni, ímeðan hon strippar. So tað er also ein langur vegur eftir har, Jenis. Altso ein nakin kvinna, sum tú hyggur at og so ein nakin kvinna, sum tú sleppur í song við. Annað lógligt og hitt ólógligt. Hvat er stuttligari, skal eg ikki siga nakað um, í hesu grein ..!

Frælsi at liva ..!
Vit vita øll, hvat Jenis av Rana heldur um samkynd, rúsdrekka og sex generelt – so tað sjokkerar kanska ongan, at Jenis er farin í holt við striptease. Maðurin elskar at skapa øsing, og soleiðis fær hann eisini sínar stemmur flest. Nevniliga at fara í holt við TABU evnir, sosum í hesum føri: Striptease. Stendur tað upp til Jenis sjálvan, so skal alt vera bannað í Føroyum, og øll skula ganga so fitt og eygagóð á møti – júst líka sum hann sjálvur ger. Men eg krevji bert eitt ting, við at liva í einum landi, sum Føroyar, og tað er frælsi. Og Frælsi at fara ein túr til Striptease...um at spyrja Jenis um loyvi..!

Ikki brúka Guð sum vápn, Jenis
Tað er sera nemt, at brúka Guð sum vápn, tá ein fer í herja í føroyskum politikki – og nógvir føroyingar hoppa upp á hetta. Men sjálvur haldi eg ikki, at bíblian skal brúkast alment upp á henda máta. Bíblian skal vera fyri ØLL (eisini samkynd) og als ikki brúkast sum vápn í føroyskum politikki, tí tað elvir bert til stríð, og tænir ongum endamáli. Tað skapar eina óneyðuga øsing og fortelur nógv meira um persónin sjálvan, enn tað sum stendur í bíbliini. Tað stutta av tí langa er, at eg persónliga haldi tað vera skeivt at blanda reglión og politikk saman. Tí sjálvandi fara aðrir poliktikarar taka undir við Jenis at banna Striptease við lóg. Tá bíblian sigur tað, jamen so má tað passa, ikki sannheit ..?

Ísland og Striptease
Ísland er tað einasta landið í verðini, sum hevur bannað striptease við lóg, og hesa lóg gjøgnumførdu tey ikki fyrr enn í 2010. Jóhanna Sigurðardóttir, íslendskur Statsminister, segði soleiðis um striptease: Norðu lond vísa vegin fram til líkarættin hjá kvinnum, har kvinnur vera sæddar sum líka og ikki ein handilsvøra til sølu. Sama kvinna giftist við HYPERLINK "http://en.wikipedia.org/wiki/J%C3%B3n%C3%ADna_Le%C3%B3sd%C3%B3ttir" o "Jónína Leósdóttir" Jónína Leósdóttir, sum eisini er ein kvinna, í 2002 – undir skrásett parlag. Í 2010 bleiv tað lógligt at gifta sama kyn í Íslandi, so ístaðin fyri skrásett parlag, so giftist Jóhanna og Jónína av nýggum og blivu ein av teim fyrstu samkyndu, sum blivu gift, sum samkynd í Íslandi. So fer Jenis í holt við at bannað striptease, sum Ísland ger, jamen so fer hann vælsaktans eisini í holt við skrásett parlar og fáa tað lógligt í Føroyum ..!

Take a chill-pill, dude ..!
Forrestin Jenis, tú ert tað einasta mannfólk, sum eg kenni, sum ikki tolir/dámar at síggja ein naknan kropp..!