Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, heldur lítið um atfinningarnar hjá samgongufelagnum, tingmanninum Torbjørn Jacobsen, móti flokkinum. Í Sosialinum í gjár segði Torbjørn Jacobsen beinleiðis, at vil Miðflokkurin ikki sleppa sínum viðgongda politikki á átrúnaðarliga økinum, eigur hann at verða varpaður úr samgonguni. Tingmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum nevnir tvey mál, har sjónarmiðini hjá Miðflokkinum eru langt frá teimum hjá Tjóðveldisflokkinum, spurningurin um fosturtøku og valið av fýra limum í Siðsemisnevndina.
- Torbjørn Jacobsen hevur ein trupulleika við Miðflokkinum, sum stavar frá fyrr í summar, tá flokkurin stuðlaði ikki ákærunum hjá Torbjørn móti løgmanni, sigur Jenis av Rana.
- Eg segði tá við Torbjørn Jacobsen, at eg stuðlaði honum, um hann legði nýggj prógv á borðið og ikki bara kom við gomlum slatri og leysum pástandum. Tað gjørdi hann ikki, og tí fekk hann ikki mín stuðul. Síðan hevur Torbjørn Jacobsen beinleiðis sagt, at tað skal koma Miðflokkinum afturumaftur, leggur Jenis av Rana afturat.
Miðflokkurin fylgir samgonguskjalinum
Jenis av Rana vísir á, at í spurninginum um fosturtøku fylgir Miðflokkurin samgonguskjalinum. Har stendur beinleiðis, at arbeiðast skal fyri at avmarka talið av forsturtøkum. Tí heldur hann orðini hjá Torbjørn Jacobsen vera heilt burturvið.
- Eg haldi, at Torbjørn Jacobsen skal fara at finna semju í Tjóðveldisflokkinum fyrst, áðrenn hann leggur eftir Miðflokkinum, sigur Jenis av Rana.
Rasisma
Formaðurin í Miðflokkinum heldur sera lítið um orðaskifti, sum hevur tikið seg upp, síðan landsstýrismaðurin hjá flokkinum, Bill Justinussen, valdi fýra limir í Siðsemisnevndina.
- Bill Justinussen hevur valt fýra fólk í nevndina, sum hann hevur álit á. Síðan hevur verið roynt at finna ein felagsnevndara fyri tey, og tá man heldur seg hava funnið hann, fer man í holt við at spilla tey út. Tað líkist mest av øllum rasismu, sigur Jenis av Rana. Hann heldur somuleiðis, at tingformaðurin átti at havt átalað orðaskiftinum í løgtinginum fyrr í vikuni, tá tinglimurin hjá Tjóðveldisflokkinum, Anita á Fríðriksmørk, fanst hvassliga at valinum av fólki í Siðsemisnevndina.
Ikki ein samgongutrupulleiki
Jenis av Rana metir ikki, at nógvi ágangurin móti Miðflokkinum seinastu tíðina kann tulkast sum trupulleikar í samgonguni. Hann metir har aftur ímóti, at talan er um smáting, sum tað eigur at bera til at tosa seg til rættis um. Formaðurin í Miðflokkinum fer í næstu viku at biðja um fund við Torbjørn Jacobsen og Tjóðveldisflokkin fyri at fáa reinsa luftina.
Formaðurin í Miðflokkinum leggur als einki í orðini hjá Torbjørn Jacobsen um, at vil Miðflokkurin ikki sleppa sínum viðgongda politikki á átrúnaðarliga økinum eigur hann at verða varpaður úr samgonguni.
- Maðurin er illur. Hann kann ikki skjalprógva nøkrum av sínum pástandum, tí Miðflokkurin hevur í øllum málum fylgt tí, sum stendur í samgonguskjalinumn, sigur Jenis av Rana.
Væntar sær ikki durafjórðingin
Jenis av Rana óttast ikki, at politikkurin hjá Miðflokkinum fer at enda við, at flokkurin verður tveittur úr samgonguni.
- Miðflokkurin er farin til arbeiðis í samgonguni. Vit vita av, at fleiri av okkara málum vekja debat í samfelagnum, men vit fara ikki at broyta okkara politikk av hesi orsøk. Flokkurin hevur ein aktivan landsstýrismann, og fleiri stórmál eru á veg frá Miðflokkinum, sigur Jenis av Rana. Hann væntar, at fundurin við Torbjørn Jacobsen og Tjóðveldisflokkin fer at lætta um arbeiðið, og leggur afturat, at hann er ikki bangin fyri at fáa durafjórðingin frá Tjóðveldisflokkinum.
- Tí ger Tjóðveldisflokkurin tað, so kann hann sjálvur vænta at enda úti í politiska myrkrinum, sigur Jenis av Rana.