##med2##
Sendingin "Fótbóltspanelið" á FM1 fór fram á donskum í dag.
Gestir hjá Tróndi Arge vóru høvuðsvenjarin hjá HB, Jens Berthel Askou og Sebastian Dam, kropsligur venjari hjá HB. Saman við týska hjálparvenjaranum, Kevin Schindler manna Jens Berthel Askou og Sebastian Dam heilprofessionella venjaratoymið hjá HB.
Í sendingin skifti Tróndur Arge orð við teir báðar um teirra fótbóltsligu bakgrund, har Jens Berthel Askou fortaldi um sína yrkisleið sum spælari í Danmark, Turkalandi og í Onglandi.
Donsku venjarararnir greiddu frá atlitinum teir taka til teir ymisku spælararnar, og hvussu teir hava fingið økt um intensitetin í venjingunum hjá HB. Donsku venjararnir halda, at spælararnir eru sera arbeiðssamir hóast teir hava onnur høvuðslivibreyð enn fótbóltin, og ofta koma beinleiðis frá arbeiðsplássunum til venjingar.
Tó órógvar arbeiði við nýggja graslíkinum á ovara vølli í Gundadali møguleikarnar hjá venjaratoyminum at hava optimalar venjingar.
Jens Berthel Askou sigur, at hann sær tað eisini sum sítt arbeiði at gera hansara til, at evnaríkir HB-arar fara av landinum fyri at spæla á einum hægri støði.
Sebastian Dam heldur, at tað bara eru KÍ-spælararnir sum hava imponerað hann sum kropsligan venjara.
Jens Berthel Askou er bersøgin um hini toppliðini. Hann heldur, at tað er bara KÍ sum er ein kappingarneyti hjá HB til FM-heitið. NSÍ hevur imponerað við einum smalum hópi, men teir og B36 eru ikki kappingarneytar hjá HB í FM-stríðnum. Serliga verjuparturin hjá B36 talar ímóti grannunum í Gundadali í FM-stríðnum.